Ongi úrslit

Fleiri kongalig nevnd

Kongshúsið sigur við Ekstra Bladet, at Fríðrik kongur ongantíð hevur hitt Jeffrey Epstein

© Ferieblogger.dk
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Eisini nøvnini á Fríðriki kongi og táverandi Prinsessu Alexandru eru nevnd í nýliga avdúkaðu skjølunum, sum eru knýtt at seinast almannakunngjørdu skjølunum úr málinum um kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.

Nýggju skjølini, sum innihalda 2.000 videobrot, 180.000 myndir og næstan hálva triðja millión skrivaðar síður, vórðu almannakunngjørd seint seinnapartin fríggjadagin, av amerikanska rættarmálaráðnum í ágangandi Epstein-gøluni.

Ekstra Bladet hevur eyðmerkt fleiri støð í skjølunum, sum knýta táverandi krúnprinsin Fríðrik til Jeffrey Epstein og fólk kring skandaliseraða fíggjarmannin.

Í løtuni er óvist, hvønn leiklut - um nakar, danski táverandi krúnprinsurin hevur hav, í sambandi við hópin av fólki kring Jeffrey Epstein.

Ekstra Bladet skriva nú eisini, at Alexandra greivinna - fyrrverandi prinsessa, er at finna í skjølunum.

Sambært tveimum skjølum hevur hon fingið post frá bæði deyða kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein, og fylgisveininum og samspælaranum hjá honum, Ghislaine Maxwell. Hettar hendi í 2003 og 2004, tá Alexandra var prinsessa.

Mynd rættarmálaráðið. Rokningin frá FedEx, sum amerikanska rættarmálaráðið hevur almannakunngjørt.

Alexandra greivinna sigur í skrivligum svari til Ekstra Bladet, at hon ikki minnist at hava fingið postin.

-Eg undrist yvir at hoyra, at eftir øllum at døma fyri meira enn 23 árum síðani, varð postur sendur mær frá viðkomandi. Eg havi einki minni um tað í dag, og taki eg greitt frástøðu frá viðkomandi persóni, sigur greivinna í skrivligum svari umvegis talskvinnuna Nina Shini, sum leggur dent á, at Alexandra ikki hevur meira at siga um hetta málið.

Posturin til Alexandru er avdúkaður av tveimum rokningum frá amerikanska postfelagnum FedEx, sum eru almannakunngjørdar fríggjadagin saman við 2.000 videoupptøkum og 180.000 myndum sum løgdust afturat almannakunngjørdum Epstein-skjølum, Talið av skjølum er nú komið uppá heili tríggjar milliónir.

Fyrsta skjalið er frá desember 2003 og vísir, at ein G. Maxell (Ghislaine Maxwell) og Jeffrey Epstein hava sent post til Amalienborg.

Posturin var adresseraður ætlaður HRH Alexandra Prinsessu, og var móttikin á slottinum 5. desember 2003.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06