Fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni, serliga Tjóðveldi, hevur kostað føroyska samfelagnum hundraðtals milliónir. Størsti missurin kemur av vánaligum makrel- og sildaavtalum. Í staðin fyri at halda fast við vunnin rættindir og byggja uppá, soleiðis sum Bretland, Noreg og Ísland gera, hevur samgongan slakað og er farin eftir hæli. Øll hini londini hava fingið meir – bara Føroyar hava fingið minni. Ísland, sum hevur ligið um 8 %, fekk 10,5 %. Noreg, sum við søguligu avtaluni í 2014 hevði 22,51 %, hevur nú 26,40 %, meðan Føroyar eru farnar frá 12,6 % niður í 12 %.
Nú, 12 ár eftir søguligu makrelavtaluna, kunnu vit staðfesta, at vit hava bukkað undir í trýstinum frá Noregi, Bretlandi og nú eisini Íslandi. Sama er galdandi viðvíkjandi norðhavssildini. Vit fiskaðu uml. 20 % av samlaðu sildakvotuni, men við avtaluni, sum samgongan gjørdi, kunnu vit bert fiska 10 % - ein hálvering.
Avtalan um atgongd at fiska sildina í norskum sjógvi er bert til fyrimun fyri Noreg, sum hevur fingið tað burturúr, at stórur partur av sildini er avreiddur til virkingar í Noregi – tap fyri føroysk virkir, arbeiðsfólk og samfelagið.
Hevði hugburðurin hjá samgonguni verið galdandi fyri 16 árum síðan, høvdu vit ongantíð farið í nakað makrelstríð, og føroyski parturin av makrel- og sildafiskiskapinum hevði framhaldandi verið ein viðfáningur. Virðingin fyri Føroyum er burtur, og við makrel- og sildaavtalunum hevur samgongan undirgrivið støðuna hjá Føroyum. Í staðin fyri at fara eftir hæli skulu vit halda fast um ein størri part av makrelkvotuni og munandi størri part av sildakvotuni umframt fulla atgongd at fiska í sjóøkinum hjá strandalondunum.
Meðan samráðingar fara fram, bæði á politiskum og embætismanna stigi, skulu Føroyar áseta størri makrelkvotu og somu sildakvotu, sum vit høvdu áðrenn avtaluna. Strandalondini skulu skilja, at vit veruliga meina tað, vit siga. Soleiðis byggja vit land.
Jacob Vestergaard, valevni hjá Fólkaflokkinum
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars