Ein breið samgonga við 77 felagsskapum fiinnast nú harðliga at tøknirisanum Meta í einum opnum brævi. Hettar samstundis sum tey heita á fyritøkuna, um at leggja ætlanir um andlitsviðurkenning í sínum snildfonbrillum á hillina.
Í skrivinum ávara felagsskapirnir um, at tøknin fer at vera ein stór hóttan móti privatlívinum og borgararættindunum hjá fólki. Tey ávara eisini um at hon serliga fer at raka viðbreknar bólkar sum kvinnur, børn, LGBTQ+ fólk og tjóðskaparligar minnilutar.
Atfinningarnar eru millum annað vendar móti einari funktión, sum er kend sum Name Tag. Hon fer eftir øllum at døma, at eyðmerkja fólk í sanntíð umvegis brillurnar.
Sambært stovnunum fer hetta at gera tað møguligt at kenna aftur og savna inn upplýsingar um fremmandar á almennum rúmum, uttan at tey vita av tí og hava givið loyvi til tess.
Hettar kan føra til økta stalking, ágang og misnýtslu. Tøknin er eisini í vanda fyri, at verða brúkt til at hava eftirlit við bæði borgarum og politiskum mótstøðumonnum.
Víst verður eisini á, at Meta áður hevur havt trupulleikar við at handfara persónsupplýsingar, og tí ikki hevur bygt upp neyðuga álitið, til at handfara slíka viðkvæma tøkni.
Meta hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til kritikkin.