Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Sól eystanfyri, men skýggjað vestanfyri, men vantnandi lætnar eisini har út á dagin. Hitin millum 11 og 16 stig.
Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Sól, tó í støðum smáskýggjað. Hitin 14 til 16 stig. Í støðum upp í 20 stig. Í kvøld og í nátt møguliga móti ættini. Hitin tá 11 til 14 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum fyrrapartin gongur upp í eystan. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki. Hitin 14 til 21 stig, um náttina og har mjørkin liggur 11 til 14 stig.
Mánadagin
Lítið lot eystan og av landnyrðingi, minni enn 5 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, men í støðum møguliga mjørki. Hitin 15 til 20 stig, um náttina um 13 stig.