Ongi úrslit

Filip Ilic skiftir til italskan flogbólt

19 ára gamli Filip Ilic flytir úr Mjølnir til italska liðið Scalia Volley Sciacca.

Tíðindaskriv
5 tímar síðan

Hetta er helst ein hin mest spennandi flytingin í føroyskum flogbólti yvirhøvur. 19 ára gamli Filip Ilic hevur valt at fara til landið við heimsins sterkastu flogbóltsleikarum og við teimum stórstu flogbólts traditiónunum. Filip flytir til Scalia Volley Sciacca á Sicilien í Italien. Italsk lið eru fastir fúsir í Champions League finalum og Italia eru heimsmeistarar fyri bæði kvinnur og menn.

 

Flytingin, har Filip flytur úr Mjølnir til Scalia Volley er komin í lag ígjøgnum ein umboðsmann, sum millum annað fylgir NEVZA kappingunum. Føroyar hevur tvey tey síðstu árini verið vertur fyri NEVZA U19 kappingini, har Filip hevur verið við á liðnum. Umboðsmaðurin hevur so eisini fylgt við Filip á A-landsliðnum, har liðið hevur luttikið í Silver League.

 

Filip byrjaði sína flogbóltsleið í ÍF í Fuglafirði og hevur hann seinastu tvey árini leikt í Mjølnir í Klaksvík.

 

- Eg ynski at útnytta hendan møguleikan til fulnar og menna meg bæði sum leikara og sum persón, sigur Filip. 

- Eg gleði meg eisini til at møta liðfeløgunum og at uppliva serstøku náttúruna í Sicilien.

 

Filip er longu farin avstað til Italien.

 

Scalia Volley Sciacca leikar í Seriu B í Italien. Seria B er 4. deildin í italskum flogbólti, har Superlega er fremsta deildin og eisini sterkasta flogbóltsdeildin í øllum heiminum. Seria B verður mangan brúkt av sterku liðunum sum ein menningardeild, har leikarar leika áðrenn teir fara víðari til sterkari lið og sterkari deildir.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaðar umkoll av kongaligum lívverja

20 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08