Ongi úrslit

Ferð á grøna orkuskiftið við Fólkaflokkinum

Uni Rasmussen, valevni fyri Fólkaflokkin
4 tímar síðan

Tey flestu hava í longri tíð snakkað um grøna orkuskiftið. Men hetta skiftið gongur alt ov seint – einamest tí at politiska skipanin ikki hevur framt neyðugu átøkini. Borgarar og vinnan eru klár, men tað almenna fylgir ikki við.

Í nógv ár hava borgarar og vinnan umstillað seg til at fara yvir í el-nýtslu, men framleiðslan av grønari el-orku fylgir ikki við.

Um vit gera neyðugu broytingarnar, fara vit at síggja stóra framgongd í grøna orkuskiftinum. Fyri at tryggja hetta skulu vit:

lata privatar aktørar sleppa í gongd at gera íløgur í grøna el-framleiðslu til egna nýtslu

broyta mannagongdina í sambandi við útbjóðing, soleiðis at verkætlanir eru klárar at fara í gongd, tá ið tær verða útbjóðaðar.

Fleiri privatir aktørar standa klárir at byggja grøna el-framleiðslu til egna nýtslu. Vit hava millum annað sæð vindmylluverkætlanina hjá Effo og Bakkafrosti. Hetta er eisini ein spurningur um kappingarevni hjá okkara útflutningsvinnum, tí at keyparar í útlondum seta størri krøv til minkandi útlát í framleiðsluni. Tískil eru vit í tí støðu, at um vit ikki tryggja okkara útflutningsvinnum betri møguleikar at nýta grøna orku, kunnu tær missa kappingarevni.

Mannagongdir í sambandi við útbjóðing skulu broytast. Í dag síggja vit, at øki til vindmyllur verða bjóðað út, men tá ið so ymsir partar hava bjóðað upp á verkætlanina, og ein vinnari er funnin, kemur verkætlanin ikki longri, tí at tað verður kært. Heldur skulu vit broyta útbjóðingina, soleiðis at allir partar eru hoyrdir, og møgulig kærumál eru avgreidd, áðrenn verkætlanin verður bjóðað út. Soleiðis tryggja vit, at tá ið aktørar bjóða upp á verkætlanina, er klárt at fara í gongd.

Vit mugu ásanna, at við verandi skipanum koma vit ikki á mál við grøna orkuskiftinum. Um øll el-framleiðslan skal leggjast um, fer tað at krevja so mikið stórar íløgur, at SEV ikki megnar tað einsamalt. Tískil er alneyðugt, at vit broyta verandi skipanir, tó framvegis við SEV sum hornasteini undir el-veitingini í Føroyum.

X við Una Rasmussen

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46