Fara ikki at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya

Hann er ikki eftirlýstur í Føroyum so tað er ikki grundarlag fyri at fáa hann útflýggjaðan, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Løgreglan í Grønlandi handtók Poul Watson og nú situr hann í varðhaldi
Áki Bertholdsen
8. august 2024 kl. 16:00

Føroyskir myndugleikar fara ikki at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Tann 21. juli varð Paul Watson handtikin í Grønlandi við teirri grundgeving, at Japan hevur eftirlýst hann altjóða, fyri atsóknir ímóti japanskum hvalaveiðimonnum í 2010.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, reisti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, spurningin um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya. Høgni Hoydal vísti á, at Paul Watson hevur eisini brotið føroyska lóg fleiri ferðir, uttan at vera rættarsøktur.

Bjarni Kárason Petersen tók eisini málið upp, men hann sigur, at eftir at hava viðgjørt støðuna, eru tey í Lógmálaráðnum komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki grundarlag fyri at biðja um at fáa hann útflyggjaðan til Føroya.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at tey hava verið í samskifti við ákæruvaldið, og tey hava greitt frá, at føroyska rættarskipanin hevur einki óavgreitt mál við Paul Watson - og sostatt er hann heldur ikki eftirlýstir í Føroyum.

– Tað merkir, at tað er ikki grundarlag fyri at biðja um at fáa hann útflýggjaðan, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Nú er tað so danska lógmálaráðið sum skal taka støðu til at um Paul Watson skal útflýggjast til Japan.

– Danska samfelagið er eitt rættarsamfelag og at danska lógmálaráðið fer uttan iva at halda seg til tær reglur, sum eru um at útflyggja brotsfólk til innur lond.

Paul Watson hevur loyvi til at mótmæla hvalaveiði, so leingi tað er innan fyri lógarinnar karmar, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Hinvegin hevur hann bæði sagt, og víst í verki, at hann hevjar seg upp um lógina og tað eru dømi um, at framferð hansara hevur sett lív og heilsu á fólki í vanda.

– Sum øll onnur, eigur eisini Paul Watson at standa til svars fyri lógini og tí halda vit, at eru treytirnar loknar fyri at útflýggja hann til Japan, eigur hann at verða útflýggjaður, eins og øll onnur brotsfólk, sigur landsstýrismaðurin.

– Tí eigur danska lógmálaráðið ikki at lata seg trýsta, hvørki ein ella annan veg, tí gera tey tað, dettur rættarsamfelagið sundur, leggur hann afturat.