Ongi úrslit

Hetta verður ein nýggjur bústaðarmøguleiki í Hvalba

Áki Bertholdsen
24. oktober kl. 12:15

Nú er ætlanin at fara undir at byggja raðhús í Hvalba.

Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at byggivirkið, MTV, hevur søkt kommununa um byggiloyvi til at byggja 12 raðhús í Hvalba.

Ætlanin er at byggja tvær lonir við seks húsum í hvørjari lon - og sum skilst er ætlanin at byggja aðra lonina fyrst fyri at vita hvussu undirtøkan er, áðrenn farið eisini verður undir at byggja hina lonina.

Hvalbiar Bygdaráð fer at viðgera umsóknina á einum av teimum næstu fundunum - men tað verður bara ein avgreiðsluspurningur, tí tað verður samtykt.

Talan er um raðhús, sum verða til leigu. Talan er um tríggjar støddir, ávikavist 59 fermetrar, 74 fermetrar og 88 fermetrar.

Húsini verða bygd á Heyggi, sum er nýggja bústaðarøkið vestarliga í Hvalba.

Janus Thomsen sigur, at húsini verða bygt í einari hædd og tey verða bygd soleiðis, at tey eru eisini væl hóskandi til fólk við rørslutarni, so tað er eisini ein møguleiki hjá Almannaverkinum at leiga onkur av húsunum.

Hann sigur, at tey verða ikki bygd til nakað ávíst fólkaslag. Men í hvussu so er heldur hann, at hetta verður eitt gott høvi hjá fólki, sum sita í stórum húsum, ið krevja nógv viðlíkahald, til at flyta í eini minni hús - har tey eisini eru leys av øllum viðlíkahaldi.

Hann vónar, at hetta fer at leysgeva nøkur hús í Hvalba sum so onnur kunnu flyta inn í.

Myndirnar vísa, hvussu húsini fara at síggja út.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48