Hesi seinatu árini, so hvørt sum alsamt fleiri ferðast um flogvøllin, og Vágatunnilin er tikin í brúk, er ferðslan ígjøgnum bygdirnar í Vágum, serliga Sandavág og Miðvág, munandi økt.
Næsta ár er ætlanin at bøta um ferðsluoynna við Valloyrarvegin í Sandavági.
Landsverk hevur arbeitt saman við kommununi um at gera eina rundkoyring á Giljanesi fyri at bøta um ferðslutrygdina við skúlan og sum heild at skipa ferðsluna betri.
Landsverk mælir til, at allar íbindingar til og frá skúlanum, frá landsvegum, kommunalum vegum og vinnuøkinum verða knýttar í hesa rundkoyringina.
Parturin hjá landinum av hesi verkætlan er mettur til at kosta einar 15 milliónir.
Landsverk hevur eisini asfaltera hesi vegastrekkini hesi seinastu árini, bæði í bygdunum og báðumegin bygdirnar.
Í miðal koyra einir 4.450 bilar ígjøgnum Sandavág um dagin og á Vatnavegnum koyra einir 3.500 bilar um dagin í miðal.
Tað eru 250 - 300 bilar fleiri um dagin enn fyri bara trimum árum síðani.
Samstundis er spurningur oftani settur við ferðslutrygdina. Fleiri tiltøk eru sett í verk, men næsta ár verður hildið fram við arbeiðnum at bøta um ferðslutrygdina.
Næsta ár er ætlanin nevniliga at bøta um ferðsluoynna við Valloyrarvegin í Sandavági.
Landsverk hevur arbeitt saman við kommununi um at gera eina rundkoyring á Giljanesi fyri at bøta um ferðslutrygdina við skúlan, og sum heild fyri at skipa ferðsluna betri.
Landsverk mælir til, at allar íbindingar til og frá skúlanum, frá landsvegum, kommunalum vegum og vinnuøkinum, verða knýttar í hesa rundkoyringina.
Parturin hjá landinum av hesi verkætlan er mettur til at kosta einar 15 milliónir.