Nú byrjar kríggið í Miðeystri av álvara, so spakuliga at merkjast, eisini hjá ferðafólki, sum leingjast at sleppa ein túr suðureftir í sólina.
Tv2 boðar frá, at nøkur donsk ferðafeløg nú eru byrjaði at senda eykarokningar til fleiri av teirra kundum, orsakað av hækkandi brennievnisprísum.
Stjórin í Bravo Tours, Peder Hornshøj sigur, at lógin um pakkaferðir loyvir ferðafeløgum at krevja upp til átta prosent av upprunaliga prísinum omaná, tá munandi hækkingar eru í prísinum á flogbrennievni.
Eftir lógini skulu kundar hava fráboðan í seinasta lagi 20 dagar áðrenn fráferð, um slíkar hækkingar skulu gerast.
Sum kundi sleppur man ikki undan eykarokningini, við bara at avlýsa alla ferðina. Eykarokningin skal gjaldast óansæð.
Tað skal tó hava verið greitt, tá tú keypti túrin, at prísurin kundi hækka.
Tí hevur Bravo Tours fráboðað og sent rokningar til kundar, sum skulu á pakkaferð í mai. Tey skulu gjalda á leið 200 krónur eyka í part.
Best Travel er enn eitt danskt felag, sum hevur valt at senda eykarokning til kundar sínar.