Ongi úrslit

Eyðun er aftur aðalstjóri

Eyðun Mohr Hansen er nýggjur aðalstjóri í Almanna- og bústaðamálaráðnum

Jonhard Hammer
9 tímar síðan

Eyðun Mohr Hansen er settur sum aðalstjóri í Almanna- og bústaðamálaráðnum. 
Eyðun er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir sum bæði deildarstjóri og aðalstjóri. Hann tekur við starvinum beinanvegin, skrivar løgmansskrivstovan.

Eyðun Mohr Hansen var aðalstjóri í Almennaráðnum, men tá ið aðalráðini fóru frá níggju og til seks var tað ikki pláss fyri Eyðuni, sum fór úr aðalstjórastarvinum.

John Rajani er løgmansstjóri, og umframt Eyðun Mohr Hansen eru hinir aðalstjórarnir Herálvur Joensen í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Bjarni Askham Bjarnason í Fíggjarmálaráðnum, Pól Egholm í Vinnumálaráðnum, Poul Geert Hansen í Mentamálaráðnum og Bjørgfríð Ludvig í Heilsu- og orkumálaráðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30