Eyðun Klakstin landsliðsvenjari er í Brússel, har tað fyri løtu síðani er drigið um, hvør skal spæla móti hvørjum í Nations League í heyst.
Føroyar eru í bólki C3 saman við Slovakia, Moldova og Kasakstan, og Eyðun Klakstein landsliðsvenjari heldur, at hetta kundi verið betri lutakast og eisini verri.
-Vit hava bíðað, og nú er tað greitt, hvørjar mótstøðutjóðirnar eru. Nú fyrihalda vit okkum til, at hetta eru mótstøðuliðini. Tað er langt at ferðast til Slovakia og Moldova og tað er øgiliga langt at ferðast til Kasakstan. Eins langt, sum tað er hjá okkum at ferðast til útidystirnar, so er tað hjá hinum liðunum at ferðast til Føroya. Vit fara at savna okkum um at vinna dystirnar á heimavølli, og um tað so eydnast at skava stig saman á útivølli, so eigur tað at vera møguleiki at kappast um sigurin í bólkinum. Men tað er eingin ivi um, at Slovakia er stórfavorittur at vinna bólkin. Slovakia er umleið á sama støði sum Kekkia, og í heyst vunnu vit móti Kekkia, so vit fara at fyrireika okkum væl og spæla fyri møguleikanum, sigur Eyðun Klakstein.
Í morgin verður tað greitt, hvussu leikskráin verður. Tað er greitt, at tveir dystir vera í september, tveir í oktober og tveir í november.
