Væntaði livialdurin er hækkaður nógv seinastu fjøruti árini, bæði hjá kvinnum og monnum. Men hjá monnum er livialdurin hækkaður eitt sindur meira enn hjá kvinnum, og tí er munurin spakuliga minkaður.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Væntaður livialdur, er, hvussu leingi fólk í einum aldursbólki kunnu vænta at liva í miðal - um so er, at støðan annars ikki broytist.
Nýggjasta uppgerðin vísir, at tey gentubørn, sum verða fødd nú, kunnu vænta at verða í 84,1 ár og tey dreingjabørn, sum verða fødd nú, kunnu vænta at verða í 81,9 ár.
Talvan vísir, hvussu nógv væntaði livialdurin er hækkaður hesi seinastu árini
Hesi seinastu 40 árini er munurin ímillum væntaða livialdurin hjá kvinnum og monnum minkaður munandi. í 1985 og 1986 kundu gentubørn vænta at liva 7,3 ár longri enn dreingjabørnini, sum vórðu fødd tá, men nú er munurin bara góð tvey ár.
Tað er serliga hesi seinastu 10-15 árini, at munurin er minkaður.
Hagstovan sigur, at sum heild er væntaði livialdurin nógv hækkaður hesi seinastu 40 árini, serliga hjá monnum. Hjá kvinnum er væntaði livialdurin hækkaður næstan seks ár, men hjá monnum er hann hækkaður 10 ár. Sostatt eru menninir hálaðir nógv inn á kvinnurnar.
Samstundis vísir uppgerðin eisini, at tær kvinnur, sum eru 65 ár í dag, kunnu vænta at verða 87 ár og menn kunnu vænta at verða 85,2 ár. Tað merkir at sostatt kunnu tey vænta at liva longri enn tey, sum verða fødd í dag.
Orsøkin at nú tey eru 65, eru tey longu sloppin livandi frá øllum teimum vandum, ið kunnu vera í yngri árum og tí leggjast nøkur ár afturat.