Í Dimmalætting hesa ferð hava vit av álvara sett kikaran á leiklutin hjá kvinnum á ovastu rók í Føroyum. Vit hava tosað við 10 kvinnuligar leiðarar, bæði í privatu vinnuni og á almennum stovnum.
Við hagtølum og talvum vísa vit eisini, at enn eru fáar kvinnur í stjórasessunum kring landið - men tær, sum eru har, skapa tær týðandi úrslit.
Eitt nú eru kvinnur stjórar í 45 feløgum við meiri enn 10 milliónum í eginpengingum - og kvinnur eru stjórar í 50 feløgum við meiri enn einari millión í yvirskoti.
Í Dimmalætting í dag eru yvir 20 síður um kvinnuligar stjórar, eisini við hagtølum um kvinnuliga stjórar.
Í blaðnum í dag hava vit eisini fleiri síður um bústaðarneyðina og hvørjar ætlanir eru um at byggja.
Og ein fyritøka í Vági er prógv fyri, at tað ber væl til at byggja bústaðir fyri fólk fyri helvtina, ella triðingin av tí, sum onnur byggja og selja fyri.
Eitt nú vísa tøl, at hesi seinastu árini er bústaðarmynstrið munandi broytt - men byggingin hevur ikki fylgt við.
Stjórin á Herberginum staðfestir, at hjá summum er vegurin ígjøgnum lívið ikki so slættur, men hann harmast um, at politiski myndugleikin ikki hevur áhugað fyri teimum - men tað er nokk ikki har, at atkvøðurnar eru at fáa, heldur hann turrisliga fyri.