Ongi úrslit

Enn er hundurin ikki meiri enn hálvbardur

Tað verður heilt øðrvísi, tá ið vit um eina viku fara at spæla í finska høvuðsstaðnum, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 22:39

-Vit spældu so væl, sum tað ber til at ímynda sær. Um vit undan dystarbyrjan høvdu fingið bjóðað 4-0 heimasigur ímóti HJK Helsinki, so høvdu vit ikki torað at roknað við hesum, tí talan er um eitt gott lið úr Finnlandi, sigur Daniel Obbekjær, nýggi miðverjin hjá NSÍ, sum í kvøld fyri fyrstu ferð umboðaði føroyskt felag í Europa.

Daniel Obbekjær stútaði til 3-0, tá ið tað restaði eitt korter, og sjey minuttir undan leikloki var tað liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum staðfesti trivaliga sigurin, ið ber við sær, at NSÍ hevur stóran fyrimun undan seinna dystinum, sum um eina viku verður í Finnlandi.

-Hetta var framúr sigur, men nú mugu vit sláa kalt vatn í blóðið og fyrireika okkum og savna okkum um tað, sum bíðar um eina viku. Í kvøld bar alt til hjá okkum og serliga eftir, at teir mistu ein mann. Hjá teimum bar tað ikki til at venda gongdini í kvøld, og tað mugu vit taka við læru av skilt á tann hátt, at vit mugu vera savnaðir og væl fyrireikaðir, tá ið vit fara at spæla á útivølli. Bera vit ikki savnaðir og fokuseraðir, so kann tað skjótt ganga illa hjá okkum, og tað ætla vit ikki, at tað skal gera, sigur Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.

Fyrr í dag vann KÍ 2-1 í Finnlandi, og eftir 4-0 sigurin ímóti HJK í Klaksvík er staðfestingin, at hetta man vera eitt av størstu kvøldunum í altjóða høpi hjá føroyskum feløgum yvirhøvur.

NSÍ var væl trimmað. Virðingin fyri favorittunum úr Finnlandi var ikki størri, enn at NSÍ legði bragdliga fyri og bjóðaði mótstøðumonnunum av frammarlaga á vøllinum.

Tað bar við sær, at tað fleiri ferðir vóru spentar støður frammanfyri málið hjá gestunum.

Stórir 10 minuttir vóru farnir, tá ið Emil Weihe Joensen smekkaði til av brotsteigarmarkinum, tá ið verjan royndi at varpa bóltin burtur, og tá ið mótstøðumenninir miðskeiðis í fyrra hálvleiki sóu beinleiðis reytt kort, so vóru fyritreytirnar hjá NSÍ sera góðar, og teir gulu og svørtu tóku av.

Eftir útvísingingina var NSÍ álopsbogin spentur, og tíggju minuttir undan steðginum var tað vongverjin í vinstru Fabian Østigðrd, sum eftir sending frá Brandi Hendriksson Olsen økti um munin til 2-0.

NSÍ yvirskotið var stórt, áskoðararnir hugnaðu sær, og tað vóru møguleikar at skjóta fleiri mál fyrstu stóru løtuna eftir steðgin.

NSÍ venjarin Jens Christer Wedeborg hevði teir somu ellivu á vøllinum alla tíðina, og siðsta korterið takkaði teir tvær ferðir fyri álitið og øktu til 4-0, og harvið hevur NSÍ í hvussu so er annað beinið í øðrum umfari.

Miðverjin sendi við høvdinum bóltin í netið eftir innlegg frá væl upplagda Brandi Hendriksson Olsen, og sjey minuttir undan leikloki var Klæmint A. Olsen upp á spæl, tá ið hann stýrdi bóltin í málið. Uppleggið átti væl upplagdi Jann J. Benjaminsen.

 

NSÍ – HJK Helsinki 4-0 (2-0)

1-0: Emil Weihe Joensen 12.

2-0: Fabian Østigård Ness 35.

3-0: Daniel Obbekjær 76.

4-0: Klæmint A. Olsen 83.

Dómari: Karl Koppel úr Estlandi

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

Gult kort: Fabian Østigård Ness, Daniel Obbekjær

Venjari: Jens Christer Wedeborg

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00