Ongi úrslit

Elprísurin í Føroyum hækkar nógv minni enn aðrastaðni

Onkrastaðni er prísurin á streymi hækkaður 84 prosent hetta seinasta árið

Áki Bertholdsen
25. mars 2025 kl. 14:21

Tað eru nógv, sum illneitast inn á, at streymprísurin í Føroyum er høgur. Tað eru eisini summi sum siga, at einasta svarið er at fáa kapping á økinum fyri at fáa streymin bíligari.

Sum støðan er nú, hevur Sev einkarrætt upp á selja streym - og verður hugt at tølunum, eru Føroyar ikki so illa farnar.

Ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt upp og í hesum sambandi hava tey eisini samanborið prísin á streymi við prísin í øðrum londum.

Streymprísurin í Føroyum er rættiliga støðugur, og hetta seinasta árið hevur hann verið óbroyttur.

Men í londunum rundan um okkum sveiggar prísurin á streymi nógv - og tað er tann stóri munurin á prísinum í Føroyum og prísinum á streymi í øðrum londum, tí í fleiri londum er streymurin dýrur.

Tað er eisini ein av orsøkunum til, at prísvøksturin í Føroyum ikki altíð er tann sami, sum í øðrum londum. Hagstovan sigur, at hesi seinastu fimm árini er elprísurin í Íslandi og í Danmark, hækkaður 44 prosent.

Í Noregi er streymprísurin hækkaður heili 84 prosent hetta seinasta árið, og í Føroyum hevur príshækkingin verið 17 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30