Ongi úrslit

Eitt stórt framstig fyri kvinnur sum verða kannaðar fyri bróstkrabba

Skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið skal gagnnýtast betri
Áki Bertholdsen
11 tímar síðan

– Gongst sum ætlað, verður farið at skanna kvinnur fyri bróstkrabba í nýggja skannaranum í Klaksvík.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana, hvørjar ætlanir eru við nýggja skannaranum í Klaksvík, sum er tann mest framkomnu av sínum slagi.

Landsstýriskvinnan sigur, at í løtuni verða bróst-skanningar ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men hon sigur, at í farnað mánaði fóru tey í Sjúkrahúsverkinum undir at gera tað neyðuga útgreiningararbeiðið, og tær neyðugu fyrireikingar, sum skulu til, fyri at fara undir at bróst-skanningar í Klaksvík.

Tá ið hetta er klárt, skulu bróst-skanningar gerast í nýggja skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi og væntandi verður hetta klárt at seta í verk aftaná summarferiuna í ár.

Men hon sigur, at bróst-skanningar kunnu ikki verða settar í staðin fyri mammografikanningar, men verða nýttar sum ískoyti til mammografi.

Kanningin verður serliga nýtt:

- Til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek.

- Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð

Samstundis siga leiðreglurnar í Evropa, at skanningar verða lagdar afturat sum eyka screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað. og ætlanin er, at skanningarnar skulu eisini nýtast í hesum sambandi. Hinvegin verður hetta ikki viðmælt sum vanlig screening av øllum kvinnum.

Samstundis sigur Margit Stórá, at ongar ætlanir eru um at keypa nýggjan skannara til Landssjúkrahúsið í bræði.

Í løtuni verður gamli 1,5 skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er 13 ár, dagførdur. Hetta merkir, at øll teknisk útgerð, og øll telduútgerð verður skift út, men at sjálv magnetin verður varðveitt.

– Hetta leingir um livitíðina hjá skannaranum nógv ár, sigur Margit Stórá.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

13 tímar síðan