Ongi úrslit

Eitt sindur um hondbolt, men mest um heimspolitikk

Carl Jóhan Jensen
3 tímar síðan

…hmm…viðurskiftini tvørtur um Atlantshav…millum USA og ES… í Grønlandstrætuni… sýnast hesa seinastu vikuna at hava tikið seg upp í ein hondbóltsdyst við fleiri bóltum enn gud í himlinum veit…ein dyst, har venjarar hvør í sínum lagi strika sær ein vøll upp eftir egnum tykki og fordómum, men ein tollari við revolvara annan hvønn minutt dømir spælarar út, ið ditta sær at lyfta hond frá síðu móti hansara vilja…íðan kann úrslitið bert vera eittans… tað sum tollarin við revolvaranum vil…

…men hvør eigur Grønland…?...

…eftir øllum at døma ikki tey, sum byggja landið…inuittar…

…eitt nú hava danskarar í tríggjar øldir hildið fyri vist, at teir áttu Grønland…firðir, fjøll og jøklar...ikki ólíkt tí tá foreldur siga seg eiga eitt barn…og aldrin vera fullsøgd av øllum, tey hava gjørt fyri hetta góða barn…so óendaliga nógv… men tá barnið so alt í einum kvittar fyri seg og vil fara at liva sítt egna lív… tá eiga foreldrini ikki orð fyri harmi sínum og skuffilsi, ja, tað er eins og barnið sum evangelistarnir skrivaðu á sinni…vil stíga upp ímóti teimum og taka tey av døgum… sí Matteus tíggju ein og tjúgu… og Markus trettan tólv…

…og tað er ikki tí, nei, at danskarar sum so hava verið grønlendingum herskut foreldur og so pjøknir um hvørt oyra, teir lótu og læta…tvørturímóti…danskarar hava so vist latið grønlendingar sloppið at verið børn og ongantíð tikið fyri, at skrælingar …við tíðini …kundu ráða sær sjálvum… um eini hundrað ár, tá teir hava fingið aldur til og skilja, at slíkt sjálvræði eyðvitað má passa inn í tann felagsskap, danskarar hava spunnið um sítt ríki nøkulundað upp á sama máta, sum Job sigur kongurlakkin byggja sær hús…sí Jobs bók sjey og tjúgu átjan…

…í Evropa hinvegin eru tey longu langt síðan farin at halda seg eiga Grønland umvegis danska yviræðisrættin…tá ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen á veg til Nuuk ein seinnapart í mars í fýratjúgu datt inn á gólvið í Tinganesi til ein politiskan drekkamunn, tosaði hon m.a. valdsmóðurliga um Grønland og hvussu hon sá fyri sær, at ES í næstu framtíð fór at savna alt Vesturnorður… Føroyar, Ísland og Grønland… undir sín veldisfald…og tað hevur gjøgnum árini ikki staðið á heldur í Brússel at lata grønlendingum alskyns lunnindi, sum sokallað handanhavsland hjá ES (OCT)…

…amerikanarar hava fyri sín part síðan Monroe yvirlýsingina… í desember átjanhundrað og trý og tjúgu… ætlað Grønland at vera ein part av sínum ávirkanarøki…ið hvussu er fýra ferð síðan Monroe yvirlýsingina hava amerikanskir myndugleikar havt í umbúna at keypa Grønland á sama hátt, sum teir keyptu Louisiana frá fyrsta franska lýðveldinum í átjanhundrað og trý, Alaska frá russiska sar-veldinum í átjanhundrað og sjey og trýss og karibisku Jomfrúoyggjarnar frá Danmark í nítjanhundrað og seytjan…

…í átjanhundrað og sjey og trýss mælti táverandi uttanríkisráðharrin… William H. Seward… til, at USA keypti Grønland…í nítjanhundrað og tíggju var so enn eina ferð upp á tal at keypa… eftir seinna heimsbardaga gav amerikanska stjórnin Danmark eitt loyniligt boð upp á Grønland og í nítjanhundrað og fimm og hálvtrýss vildi ovasta herleiðslan í Washington fáa Grønland undir amerikanska umsiting…

…nú kunnu orsøkirnar vera ymsar til, at einki spurdist burturúr keypi ella yvirtøku av Grønlandi hinar fýra ferðirnar slíkt var skotið upp…men vitiliga… Washington hevur í nýggjari tíð… hetta síðan nítjanhundrað og ein og hálvtrýss… havt lítlar áneyðir, at taka danskarar av ræði í Grønlandi…verjusáttmálin, sum var gjørdur í ein og hálvtrýss og hevur verið í gildi øll hesi árini síðan…hevur givið… og gevur fyri alt tað enn…amerikanarum tað hernaðarliga virkisrúm teir vilja í Grønlandi…hartil legst, at viðurskiftini tvørtur um Atlantshav við Evropa hetta tíðarskeiðið…serliga kaldakrígsárini…vóru skipað upp á tey kor, at Washington ráddi ferðini búskaparliga og hernaðarliga…íðan formáddi tann parturin av Evropa, ið ikki var undir sovjettiskum ræði, sær millum nakað og einki uttan USA…

….men so við og við er eitt umskifti hent…evropeisku megin… frá at vera eitt kol- og stálsamband millum seks vesturevropeisk lond í hálvtrýssárunum, er ES í dag eitt samveldi av sjey og tjúgu londum, sum tey seinastu tretivu árini er komið væl áleiðis at samlagast til eitt meginveldi búskaparliga og í sama mun farið at gera seg óheftari av USA…

…hetta er…sum vera man…ikki farið ógáað framvið vestanhavs… útlitini til eitt búskaparliga, politiskt og hernaðarliga óheft Evropa hava summi í amerikansku skipanini skilliga ymsar tankar um… ES er í teirra eygum í besta lagi ein ólagaligur sameindur… ein kappingarneyti…ein mótpartur…ella beinanvegin fíggindi…agg av Evropa var íleiðingin til Monroe-yvirlýsingina tann tíð tað var og ivaleyst er tað hetta gamla aggið aftur, ið drívur stjórnina í Washington, nú av nýggjum verður roynt… fyri fimtu ferð síðan átjanhundrað og trý og tjúgu… at fáa Grønland undir amerikanskt ræði…sitandi forseti og hansara menn hava frá tí hann tók við í fjør ferð eftir ferð givið ilt av sær um, hvussu ES setur á á ymsum málsøkjum…enntá beint tvørturímóti tí, sum er mett gott og gegnigt vestanhavs…tak eitt nú veðurlags- og eftirlitsmál…

…nú kann hetta umfarið í stórveldatalvinum um Grønland saktans enda sum tey siga patt…og at alt verður við semingin aftur…eina tíð ið hvussu er…men spurningurin um yvirræðið í Grønlandi hvørvur ikki bara soleiðis…hann fer at liggja og grugga millum Washington og ES frameftir…eisini eftir at tíðin hjá núsitandi forseta langt síðan er úti…íðan er lítið hugsandi, at viðurskiftini tvørtur um Atlantshavið detta í tað gamla lagið aftur, tá Evropa legnaði seg eftir Washington og annað var óhugsandi … ES fer at gera seg leysari av USA so hvørt… tað er eingin bøn… hóast ES verri enn so altíð er eitt hús í semju við seg sjálvt…og stundum vil skræða seg sundur av sínum innanhýsis mótsetningum…

…og hvat okkum í Føroyum viðvíkur, man frægast vera at dúva upp á tað samband, ið einans politiskt sjálvræði og skynsemi kunnu borga fyri…tí sama hvussu sambandsfólk lesa og syngja hvørki er ella var ríkisfelagsskapurin nakrantíð annað enn danskt fon, ið slitnar sundur fyrsta tað andar av stórpolitisku luftini…spunnið sum tað er úr nationalari danskari fáfongd…

…ella líka veit eg…men hesar limrurnar, íspegilin smekkaði saman nú ein morgunin, lýsa væl tað ørvitisgildið, ið síðan á nýggjárinum hevur verið hildið á heimsmiðlagrynnuni fyri amerikanska forsetanum og hansara túsundára ríki av orðabraski…smbr. í hesum viðfangi eisini brævið forsetin í gjár sendi norska forsætisráðharranum Jonas Gahr Støre… :…

Var grønland so grønt sum tað navni,

Ið greppar tí góvu úr stavni

Á knørrum og skútum

Full av skarnskrútum,

Tá líktist tað landið helst saunu,

 

Tá líktist tað landið helst saunu,

Líkasum verðin nú vil í tí navni,

Sum rímast við –ump

Og tað orðabraskspump,

sum er helvitis himmalski javni,

 

Ja, er helvitis himmalski javni

Og horast í friðarins navni

Við deyðans bakskut

Til at dára ein gud

Til sýnis á vaksmyndasavni,

 

Til sýnis á vaksmyndasavni

Ein sól og ein frelsunar javni,

So bið nú um ríkið

Í so ríkiligum líki,

Og ger grønland so grønt sum navni.

 

…friður er ófriðarnáðir…

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

Í gjár kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Myndir- Vunnu við 13 málum!

Í gjár kl. 18:49