Ongi úrslit

Eini 900 - 1000 ferðafólk eru ávirkað av veðrinum í dag

Vit kunnu bara taka ein dag í senn, sigur stjórin í Atlantsflogi

Áki Bertholdsen
6. februar 2025 kl. 17:45

Floglíkindini hava verið serstakliga ólagalig hesa seinastu tíðina, tað hevur volt teimum á Atlantsflogi stórt høvuðbrýggj at fáa kabalina at ganga upp, tí at so nógvir túrar hava verið avlýstir.

Aftur í dag er flogferðslan ávirkað. Ein flúgvari til Keypmannahavnar slapp av stað tíðliga í morgun, men hinir báðir flúgvarnir, sum skuldi fara í dag, eru avlýstir. Annar skuldi til Keypmannahavnar, og hin skuldi til Billund.

Somuleiðis skuldu fýra flúgvarar koma í dag, tríggir úr Keypmannahavn og ein úr Billund, men teir eru eisini avlýstir.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað er ikki til at siga, hvussu verður við flúgvingini næstu dagarnar.

– Vit kunnu ikki annað enn at taka ein dag í senn og fyribils ætla vit at halda ferðaætlanina í morgin, so frægt sum vit kunnu, sigur hon - samstundis sum at øll tey, sum eru strandað í dag, eisini skulu fáast upp á pláss.

Tilsamans eru eini 900 - 1.000 ferðafólk ávirkað av veðrinum í dag, tí tey eru ikki sloppin á flog, sum ætlað, ella eru tey ikki komin fram, sum ætlað.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30