Løgreglan hevði ein friðarligan dag í gjár. Men í Vágum varð ein bilførari tikin tí at illgruni var um, at hann var ávirkaður av rúsevnum.
Blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av tí verður so avgerandi fyri, hvusu málið verður avgreitt.
Og aftur í gjárkvøldið fingu tollarar á flogvøllinum í Vágum illgruna um at ein ferðamaður við flogfarinum smuglaði rúsevni innvortis.
Viðkomandi varð førdur til Havnar og lagdur í skannaran á Landssjúkrahúsinum, men hesa ferð var talan um falskan alarm, tí har var einki at síggja.
Tað er annars hent nakrar ferðir í seinastuni, at ferðafólk, sum eru komin við flogfari, hava smuglað rúsevni innvortis.