Í samrøðu við Gunn Hernes, sigur hon at hetta hava verið nøkur av teimum mest spennandi, læruríku og avbjóðandi árunum í hennara lívi. Hon lýsir starvið sum ein stóran heiður og eitt framíhjárættindi, og greiðir frá, at arbeiðið um norðurlendskt samstarv og føroyska mentan hevur bæði givið íblástur og verið gevandi.
Hon setur stóran prís uppá eldhugaða toymið, mongu samstarvspartarna og alt sum tey hava megna at skapa saman.
- Eg havi gingið til arbeiðis hvønn dag við eini kenslu av, at arbeiðið gevur meining og hevur týdning, sigur Gunn Hernes.
Tá Gunn tók við í 2018, varð hon spurd: “Hvat fert tú at gera øðrvísi?” – og hon svaraði tá, at tíðin fór at vísa, hvat bleiv hennara eyðkenni.
Í dag vónar og trúgvir hon, at Norðurlandahúsið verður upplivað sum livandi, viðkomandi og fangandi – og at hetta kann vera ein partur av hennara “Eyðkenni”.
Hon vísir eisini á, at mentanarumhvørvið í Føroyum hevur verið í stórari menning hesi árini, bæði viðvíkjandi infrastruktur og samstarvi millum starvsfólk í Føroyum. Hetta hevur kravt umhugsni og tillaging, og tað heldur hon vera avgerandi fyri eina mentanarstovn sum Norðurlandahúsið, ið bæði hevur eitt lokalt og norðurlendskt endamál.
Tá spurt verður, hvat hendir eftir 1. apríl, sigur Gunn, at hon vónar at kunna taka væl ímóti nýggja stjóranum og skapa eina góða yvirtøku. Eftir tað, hevur hon ikki stórar ætlanir, men vónar at kunna halda eina longri summareriu við familju og vinum – bæði heima og uttanlands.
Framtíðin er ikki løgd til rættis enn, men Gunn er opin fyri nýggjum møguleikum. Hon sigur, at broytingar kunnu føra við sær óvæntaðar leiðir, og tí er hon spent upp á, hvat framtíðin fer at bera.
Um hon verður verandi í Føroyum, er ikki heilt avgjørt, men hon heldur seg væl til rættis í føroyska samfelagnum og vil fegin verða verandi, um tað letur seg gera. Við familju, vinum, húsi og hønum í Havn hevði tað uttan iva verið ynskiligt at halda fram her – men sum hon sigur, so er starvið ein týdningarmikil partur av hennara lívi, og tí er hon eisini opin fyri, at leiðin kann fara víðari út í heim.