Ongi úrslit

Eg gleði meg mest til Cha Cha Cha

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
2. oktober kl. 20:00

Føroyski luttakarin, Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er við í ársins "Vild med dans", og hon hevur longu gjørt vart við seg. Í fyrstu sendingini fingu hon og dansipartnarin, Eugen hægstu stigini – men tað merkir ikki, at hon nú slappar av.

– Tað kendist sera væl, serliga tí tað var til fyrsta show. Men tað ger meg bara meira motiveraða. Tú kanst vera góður til ein dans, men so kemur ein nýggjur stílur, og so er alt aftur nýtt, sigur hon.

Spurd um, hví hon valdi at taka lut í so stórari dansikapping sum Vild med dans, svarar hon greiðliga:

– Tí mær dámar væl at útfordra meg sjálva og prøva nýggj ting. Hetta er eitt av størstu programmunum í Danmark, og eg havi sæð tað nógv sum barn, so hetta var ein æra at sleppa at royna," sigur Sissal

Avbjóðingar og venjing

– Eg smíli nógv, so størsta avbjóðingin hevur verið at síggja eitt sindur ill og seriøs út. Og so hevur tað eisini verið ein avbjóðing at lata Eugen stýra, tí eg havi tendens til at taka yvir sjálv, sigur hon við einum smíli.

Venjingin er intens – trýggjar tímar um dagin, seks dagar um vikuna, og hóast tað er hart arbeiði, er tað eisini stuttligt. Hon kennir seg tryggan, tá hon fer á pallin, hóast hon altíð hevur summarfuglar í búkinum:

– Eg var yvirraskandi rólig. Eg veit, at alt er kanska ikki perfekt, men eg veit, at eg dugi dansin og trinini, so eg føli meg trygga, sigur Sissal

Hon gleðir seg serliga nógv til at dansa cha cha cha – og tað er ikki av tilvild

tað er ein femininur dansur, har man brúkar hoftirnar, hevur strekt bein og Sissal hevur gjørt fimleik, so hon vónar, at tað kemur til sjóndar á pallinum."

Tað er eisini greitt, at samstarvið við dansipartnaran Eugen hevur stóran týdning. Tá hon verður biðin um at lýsa hann við trimum orðum, svarar hon uttan at blunka:

– Dedikeraður, umsorganarfullur og stuttligur.


Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02