Ongi úrslit

Eftirlitsvitjarnir hjá Landslæknanum

Handfaring og goymsla av heilivági, var ikki nøktandi.

© dagur.fo
Jóhanna Højgaard
29. august kl. 18:35

Landslæknin legði í gjár 28.08. fráboðan á heimasíðuna, um úrslitini av 22 eftirlitsvitjanum, framdar frá 2022 til 2025, á ellivu ellis-og røktarheimum.

Góðskukrøvini sum vóru nýtt at máta eftirlitini við, eru tey somu sum tey nýta i Danmark.

Seks útav ellivu Ellis-og røktarheim høvdu, tá tær fyrstu vitjarnirnar vóru framdar, stórar trupulleikar við at lúka trygdini hjá sjúklingum.

Av somu orsøk vóru uppfylgjandi eftirlitsvitjarnir framdar. Tær førdu tó til, at enn fleiri eftirlitsvitjarnir máttu til, aðrenn viðurskiftini vóru nøktandi.

Handfaring og goymsla av heilivági, hóast reglurnar fyri trygga heilivágsnýtslu vóru kendar, var ikki nøktandi.

Handfaring og skjalfesting av heilivágnum, umframt heilivágsviðgerð hjá búfólki, var ikki í lagið hjá 82% av ellis-og røktarheimunum.

Trupulleikar við heilsufakligari lýsing av verandi og hugsandi trupulleikum hjá búfólkum vóru eisini 82%.

Á jaligu síðuni kann nevnast, at heili 91% av ellis- og røktarheimunum, høvdu tryggar mannagongdir fyri reinføri.

Landslæknin hevur ætlanir í 2026 at fremja enn fleiri eftirlitsvitjarnir, bæði hjá ellisheiminum og á øðrum økjum.

Á heimasíðuni ber til at lesa meira neyvt um eftirlitsvitjarnir, og hvussu hesi eftirlit kunnu gagna øðrum.

Sí nærri Eftirlit

Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

Í gjár kl. 16:39

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

26. august kl. 12:15

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

Í gjár kl. 10:12

Háaktuelt: Vilmund á veg til Rødbygaard – brot úr lívssøgu hansara

29. august kl. 14:18