Ongi úrslit

Trump hevur tikið myndina niður

Hann má biða um fyrigeving frá Gudi, skrivar hon

© Vitlíki
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Donald Trump hevur nú strikað eina umstrídda mynd av sínum sosiala miðli, Truth Social. Hettar eftir at tað hevur verið har í umleið 13 tímar.

Á myndini, sum er framleidd av vitlíki, sæst ein kápuklæddur Donald Trump, sum leggur eina grøðandi hond á pannuna á einum eldri manni.

Mynd: Vitlíki

Í hondini heldur hann í einari lýsandi kúlu. Fríheitsgudinden, fýverk, og eitt kampflogfar síggjast í bakgrundini, saman við ørnum.

Nógvir av stuðlunum hjá Trump koma úr átrúnaðarliga høgraveinginum, og nógvir teirra síggja ikki Trump-figurin sum nakran lækna.

Tvørturímóti kallar konservativi rithøvundurin Megan Basham á miðlinum X, myndina fyri ógvusliga gudsspottandi.

-Eg veit ikki, um forsetin helt seg vera skemtingarsaman, ella um hann var ávirkaður (...) Men hann hevur brúk fyri at taka tað niður beinanvegin, og biðja um fyrigeving frá amerikanska fólkinum, og síðani frá Gudi, skrivar hon.

Ein av fyrrverandi stóru stuðlunum hjá Donald Trump, men sum nú er ein av hansaravmest ógvusligu mótstøðum, fyrrverandi kongresskvinnan, Marjorie Taylor Greene, er eisini millum teirra, sum hava verið forargað av, at Donald Trump hevur blandað átrúnað og politikk.

Hóast hann hevur tikið myndina burtur aftur, avsannar Donald Trump, at hann royndi at lýsa seg sjálvan sum Jesus.

- Tað var ikki ein mynd, tað var eg, sigur hann, sambært ABC News.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38