Legendariska Hollywood-stjørnan úr Kanada doyði fríggjadagin í heimi sínum í Los Angeles eftir stutta sjúkalegu.
Hóast hon hevur verið við í óteljandi filmum og serium, so man hon vera kendast sum mamman, ið gloymdi son sín, Kevin McCallister í teimum báðum fyrstu filmunum av Home Alone.
Catherine hevur í seinastuni verið at sæð í Apple TV+ røðini, The Studio hjá Seth Rogan. Hon fekk eina Emmy tilnevning fyri sítt arbeiði.
Catherine vann eina Emmy virðisløn fyri sítt arbeiði í kanadisku seriuni, Schitt's Creek. Hetta var hennara seinna. Langt aftur í 1982 fekk hon eina Emmy fyri hennara skriviíkast til sketch komediu sjónvarpsrøðina, "SCTV “, har fleiri kanadisk kend andlit vóru við, eitt nú Martin Short, John Candy og Eugene Levy.
O'Hara varð tilnevnd til Golden Globe fyri sín afturvendandi leiklut í seriuni hjá Seth Rogen, The Studio, men hon var ikki við til hátíðarhaldið fyrr í hesum mánaðinum.