Grønlendska løgreglan avbyrgdi fyrr í dag eitt øki áflogvøllinum í Sisimiut. Tey fluttu eisini øll fólk burtur harfrá. Hetta hendi tí tey fingu fráboðan um eina bumbuhóttan úr flogvøllinum, umleið klokkan 12.55 grønlendska tíð. Hettar skrivar Sermitsiaq í dag.
- Síðani flutti vit øll burtur úr flogvøllinum. Vit hava handtikið ein mann, sum nú verður avhoyrdur og skuldsettur, sigur løgregluovastin í Grønlandi, Aqqalu Petersen.
Hann sigur at vanligur rakstur nú er aftur á flogvøllinum. Hann kann ikki fara inn í fleiri smálutir um, hvat hendi á flogvøllinum.