Ongi úrslit

Børnini eru færri og tey eldru eru fleiri

Aldursbýtið í Føroyum er nógv broytt seinastu 40 árini

hagstova.fo
5 tímar síðan

Aldursbýtið í Føroyum er broytt nógv síðan 1985. Tá hugt verður eftir 20 ára aldursbólkum, so eru teir vorðnir javnari við árunum. Teir yngru aldursbólkarnir fylla lutfalsliga minni av samlaða fólkatalinum, meðan teir eldru aldursbólkarnir fylla lutfalsliga meir. 

Størsti aldursbólkurin við ársbyrjan var tann sum eitur 00-19 ár, har 26 prosent av fólkinum er í. Hesin aldursbólkurin hevur øll árini síðan 1985 verið tann størsti. Hann er tó minkaður nógv, tí í 1985 vóru góð 35 prosent av fólkinum í aldursbólkinum. 

Aldursbólkurin sum eitur 60-79 ár er vaksin mest hesi árini. Í 1985 vóru 14 prosent av fólkinum millum 60 og 79 ár. Nú eru um 20 prosent í aldursbólkinum. 

Myndin niðanfyri vísir aldursbýtið í Føroyum í 20 ára bólkum frá 1985 og fram. 

 https://hagstova.fo/fo/tidindi/knapt-55000-folk-budu-i-foroyum-vid-arsbyrjan-voksturin-var-08

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14