Ongi úrslit

Borðtennis: Sjey føroysk heiðursmerki í Íslandi

Borðtennissamband Føroya
6 tímar síðan

Átta leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðum hava um vikuskiftið verið í Íslandi og luttikið í kappingini BH Open, sum er ein árliga afturvendandi kapping í Hafnarfirði, har føroyingar javnan hava luttikið áður. 

Her gjørdu føroyingarnir um seg, og tað vóru serliga A-landsliðsleikarin, Albert Weihe Wolfsberg, og ungdómsleikarin, Rasmus Teitsson í Skorini, sum gjørdu bart.

Albert, sum býr og spælir í Hillerød í Danmark, vann bronsu í stinnu kappingini Reykjavík International Games, sum varð hildið samstundis sum BH Open. Her vann hann eitt nú á íslendska ladsliðsleikaranum, Magnúsi Jóhann Hjartarsyni.

13 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini fór allan vegin og vann gull í U15A-kappingini, og prógvaði seg sum stinnasta leikara í hesum árganginum landanna millum. Í hesum sama bólkinum vann eisini føroyski Suni á Lava bronsu, og Suni vann eisini gull í U19B.

Rasmus var eisini um reppið at vinna gull í U19A, har hann tó tapti tepurt 3-2 í finaluni og harvið vann silvur.

Kappingin endaði við einari liðkapping, har leikarar - tveir og tveir - spældu saman í tveimum einmansleikum og einum tvímansleiki. Her gjørdist tað eisini til tvey heiðursmerki afturat. Hesi vunnu Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava við at vinna bronsu í liðkapping í bólki C, og Elsa Kathrina Gisladóttir og Hadassa Schwartson Christiansen somuleiðis við bronsu í liðkapping í bólki D.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

Í gjár kl. 10:32

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

18 tímar síðan

22 milliónir krónur

10 tímar síðan