Ongi úrslit

Boðaðu frá eldi í gjár - tvær ferðir

Men tíbetur hendi eingin skaði

Áki Bertholdsen
6 minuttir síðan

Tvær ferðir í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá eldi. Men hvørga ferðina varð nakar vandi á ferð.

Seinnapartin í gjár hevði onkur í Havn sett ein pannu út á. Matolja var á henni, og hon bleiv so heit, at eldur kom í. Eldurin kyndi eisini í feittið í roykkápuni uppi yvir komfýrinum.

Sløkkiliðið varð boðsend, men hesa ferð var løgreglan fyrr frammi enn sløkkiliðið, og tað eydnaðist løgreglufólkunum at sløkkja, áðrenn tað elvdi til nakað nevnivert av skaða. 

Sløkkiliðið tók so yvir og tryggjaði, at tað var heilt sløkt.

Í gjárkvøldið varð eisini ringt úr Vágum til løgregluni. Tað vóru fólk, sum høvdu sæð eld í Vágadali oman fyri Sandavág, og talan var um eld sum breiddi seg.

Har fóru tey eisini á staðið, og hesa ferð vísti tað seg, at onkur hevði fest í eina rúgvu av burturkasti. Tey vita ikki hvør setti eld á, men um sama mundi høvdu fólk sæð ungdómar á skutara har um vegir.

Heldur ikki í hesum førum var nakar vandi kortini á ferð.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47