Nú kavi er, minnir løgreglan bilførarar á, at skava kava av rútunum á bilunum, áðrenn teir fara í hann.
Og tað er altso ikki nokk bara at skava sær eitt lítið kagingarhol í forrútin.
Kavi og ísur skal skavast av øllum rútunum tí annars hevur bilførarin ikki tað neyðuga útsýni hann skal hava fyri ferðslutrygdina.
Løgreglan sigur, at í gjár varð ein bilur steðgaður tí bilførarin hevði ikki skava kavan av bakrútinum.
Løgreglan sigur, at tað fær hann 1.000 krónur í bót fyri. Men tað eru eisini dømi um, at bilførarar hava mist koyrikortið, tí útsýnið ígjøgnum forrútin hevur verið ov vánaligt.