Ongi úrslit

Bilaseljarar høvdu góðar dagar í fjør

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 15:22

Árið í fjør var eitt gott ár hjá føroysku bilasølunum.

Nýggj tøl frá Akstovuni vósa, at í fjør var bilasølan ein heilan fjórðing, ella 25 prosent, størri enn hon var í 2024.

Tilsamans vórðu 2.044 akfør seld í fjør og tað eru 412 akfør fleiri enn í 2024.

Nóg størsta slagi av bilum, sum verða seldir, eru persónbilar. Og í fjør vórðu 1443 seldir og tað eru 277 persónbilar, ella sløk 24 prosent fleiri enn í fjør.

Hini akførini, sum eru seld, eru prutl, viðfestisvognar, vøruvognar, lastbilar, tangabilar og onnur akfør.

Hinvegin stendur sølan av innfluttum, brúktum bilum, í stað.

Í fjør vórðu 229 innfluttir, brúktir bilar seldir í Føroyum og tað eru fýra bilar færri enn í 2024.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19