Ongi úrslit

Bíða nakrar vikur at avgreiða málið um Suðuroyartunnil

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 08:21

Tað verður ikki nú í januar, sum ætlað, at Løgtingið fer at staka støðu til um arbeiðið at gera Suðuroyartunnil skal projekterast og bjóðast út.

Málið liggur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum og eftir reglunum hevur nevndin ein mánað at viðgera málið í.

Sostatt skuldi Fíggjarnevndin verið liðug í seinasta lagi 15. januar.

Men Fíggjarnevndin hevur longu beint fyri jól boðað frá, at tað lukkast tey ikki og tí hava tey biðið løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, um leingja freistina ein mánað.

Tað hevur løgtingsforkvinnan góðkent og sostatt hevur fíggjarnevndin fingið freist til 18. februar at avgreiða stórmálið um Suðuroyartunnilin.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19