Fyrrapartin varð Beinir Johannesen formaður í Fólkaflokkinum valdur at vera løgmaður. Hann er fjórði løgmaður úr Fólkaflokkinum, og hann er yngsti løgmaður yvirhøvur. Beinir er føddur 12. februar 1997, og harvið er hann 29 ára gamal.
Higartil var tað Atli P. Dam, sum var yngsti løgmaðurin. Hann var føddur 12. september 1932, og hann var 38 ára gamal, tá ið hann 12. desember 1970 tók við sum løgmaður.
Beinir Johannesen er fjúrtandi løgmaður, síðani Føroyar í 1948 vórðu heimastýri, og formaðurin í landsstýrinum varð nevndur løgmaður.
-Vit fara til arbeiðis beinanvegin, og tað er hugaligt, at vit hava skipað breiða ABC samgongu, sum hevur sett sær ítøkilig mál, sigur Beinir Johannesen.
Tá ið nýggi løgmaðurin kom í Tinganes í føroyskum klæðum, fekk hann handað blómutyssi, sum hann gav víðari til konuna Helenu.
Øll tey nýggju landsstýrisfólkini vóru í føroyskum klæðum, tá ið løgmaður formliga útnevndi tey at vera landsstýrisfólk og handaði teimum blómutyssi.
Áðrenn Beinir Johannesen fekk orðið, takkaði fráfarandi løgmaður Aksel V. Johannesen fyri seg. Hann helt fyri, at nýggi løgmaðurin er av góðum slag, og at tað eigur at borga fyri, at hann fer at standa seg væl. Aksel V. Johannesen er pápabeiggi Beinir Johannesen.
Beinir Johannesen og Aksel V. Johannesen hava verið saman í politiska umhvørvinum síðani 2019, tá ið Beinir Johannesen fyrstu ferð varð valdur á ting. Hetta er fyrsta ferðin, at teir báðir fara at samstarva í samgongu.
Umframt Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur Bárður á Steig Nielsen, sum nú er landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, eisini verið løgmaður. Tað er ongantíð komið fyri áður, at tveir fyrrverandi løgmenn hava verið við til at manna landsstýrið.
Bárður heldur, at royndirnar hjá teimum hava havt sín týdning í samgongusamráðingunum.
-Vit avráddu beinanvegin, at tað bara var samráðingarleiðarin, sum skuldi úttala seg. Royndirnar siga, at um tað eru fleiri, sum úttala seg, so kann tað vera so skjótt, at órógv kemur í, og tað kann bera misskiljingar við sær. Soleiðis er tað ikki, tá ið bara ein úttalar seg, og so var tað ikki verri fyri okkum, at tað bar til at avgreiða nógv í páskavikuni, tá ið tað var so friðarligt, sigur Bárður á Steig Nielsen.