Tað legst støðugt aftrat við nýggjum spælarum í HB. Í síðstu viku vóru tíðindini, at felagið hevði skrivað undir sáttmála við B68 verjuspælaran Áka Johannesen og so við miðvallaran Dan í Soylu, sum síðsta kappingarár royndi seg í KÍ.
Í kvøld eru tíðindini, at HB hevur skrivað undir sáttmála við Bartal Páll Klein. Framrættaði spælarin verður 15. desember 18 ár. Hann hevur tvey tey seinastu kappingarárini spælt við B68, har hann støðugt mentist og átti avgerandi leiklut, tá ið tað eydnaðist B68 at tryggja sær plássið í bestu deildini.
Barndómsfelagið var HB, men í fremstu deildini hevur hann bara umboðað B68.
Í 2024 var Bartal Páll B68 toppskjútti við seks málum. Trý av málunum skoraði hann í síðsta umfari, tá ið tað við 4-1 sigri á útivølli ímóti NSÍ eydnaðist B68 at varðveita plássið í bestu deildini.
Bartal Páll og HB hava skrivað undr tvey ára sáttmála.