Smidligari barsilsskipan fer at gagna familjum úr Suðuroynni, sum mugu til Havnar í sambandi við barnsburð.
Sum natúrligt er, so ynskja eisini barnakonur úr Suðuroynni at hava makan við, tá barnið kemur í verðina á Landssjúkrahúsinum í Havn.
Men tað kann gerast dýrt fyri familjuna. Tað sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur reist málið á løgtingi.
Tað ber sjáldan til at siga við vissu, akkurát nær barnið verður føtt, og tí er neyðugt at vera í Havn nakrar dagar áðrenn væntaða føðing. Avleiðingin er, at tað eru nógvir makar, sum missa inntøku, tí teir fáa ikki møtt til arbeiðis teir dagarnar, sum familjan má vera í Havn.
Men nú verður hetta broytt.
Frameftir verður tað nevniliga møguligt hjá báðum foreldrum at vera samstundis í barsilsfarloyvi í upp til fýra vikur áðrenn mettan barnsburð. Tað ætlar landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, sum hevur hevur svarað fyrispurningi frá Súsonnu Bertholdsen.
Í næstum kemur uppskot í tingið, sum gera barsilsskipanina meira smidliga.
á fáa foreldrini møguleika at leggja sær barsilsfarloyvið til rættis, soleiðis sum tað passar til teirra umstøður. Hetta fer eisini at gagna makum úr Suðuroynni, sum kunnu fáa endurgjald fyri mista inntøku úr barsilskipanini, tá teir hava inntøkumiss í fleiri vikur í sambandi við barnsburð hjá makanum.
Lógaruppskotið um smidligari barsilsskipan fyri Løgtingið seinni í hesi tingsetuni, og broytingarnar koma eftir ætlan í gildi um ársskiftið.