Ongi úrslit

Bara tríggir flokkar hava javnstøðu á listanum til løgtingsvalið

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Útlitini fyri at fáa betri javnstøðu á Løgtingi eftir løgtingsvalið um ein góðan mánað, eru verri enn tey vóru á seinasta løgtingsvali.

Tað er niðurstøðan hjá Demokratia, nú listarnir eru lidnir.

Demokratia virkar fyri betri javnstøðu í politikki og tey vísa á, at av teimum 160, sum stilla upp til løgtingsvalið 26. mars, eru 62 kvinnur og 98 menn.

Hetta svarar til 38,8 prosent kvinnur og 61,2 prosent menn. Vit taka altso eitt fet aftur samanborið við seinasta løgtingsval, tá kvinnur vóru 40,2 prosent av valevnunum, sigur Demokratia.

Sjey flokkar stilla upp til løgtingsvalið seinni í mars, men einans tríggir av teimum hava javnstøðu í uppstilling. Tað eru samgonguflokkarnir undanfarna valskeið, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.

 Á listanum hjá Javnaðarflokkinum eru 14 kvinnur av 29 valevnum. Hjá Tjóðveldi eru 14 kvinnur av 27 valevnum. Hjá Framsókn eru 7 kvinnur av 14 valevnum.

Á hinum listunum er ójavnstøða. Hjá Sambandsflokkinum eru 10 kvinnur av 29 valevnum. Hjá Fólkaflokkinum eru 11 kvinnur av 34 valevnum. Hjá Sjálvstýri eru 2 kvinnur av 10 valevnum. Og hjá Miðflokkinum eru 4 kvinnur av 17 valevnum.


Sostatt eru útlitini fyri sterkari kvinnuumboðan á tingi verri enn á seinasta løgtingsvali, tá ið kvinnuligu valevnini vóru 68 í tali og mannligu valevnini vóru 101 í tali.

– Løgtingsvalið í 2022 er tíverri framvegis einasta dømi um, at kvinnur hava verið yvir 40 prosent av valevnunum, sigur Demokratia.

 Kortini halda tey seg vita, at hetta er fyrstu ferð, at tríggir flokkar hava javnstøðu á listanm og tey halda, at hetta ber brá av, at fleiri flokkar nú seta sum treyt, at javnstøðan skal virðast

– Hetta er eisini vegurin fram til eitt sunnari fólkaræði. Politisku flokkarnir eiga stóran part av ábyrgdini at røkja fyri, teirra dagsskrá rúmar kvinnum, soleiðis at tær fáa høvi at traðka fram í fólkaræðisliga ljósmálan, sigur Demokratia.

Tey vísa á, at á seinasta løgtingsvali var tað bara Javnaðarflokkurin, sum hevði javnstøðu á listanum.

Á løgtingsvalinum í 2019 høvdu allir flokkar yvirvág av monnum á sínum lista. Nevnast kann eisini, at Framsókn hevði javnstøðu í uppstilling til løgtingsvalið bæði í 2011 og 2015. Í 2004 hevði Hin stuttligi flokkurin javnstøðu í uppstilling.

Tvær av toppskorarunum stilla ikki upp

Seinasta løgtingsval var tað bara triði hvør veljari, sum valdi eina kvinnu og í Demokratia halda tey, at tað er alt ov lítið.

Hóast metnógvar kvinnur vórðu á listunum á seinasta løgtingsvali - yvir 40 prosent, vórðu bara 10 kvinnur valdar á ting og tað svarar til 30 prosent.

Men samtíðis vóru tekin um, at veljarin spakuliga tekur undir við, at kvinnur eru eins væl skikkaðar og menn til at umboða seg. Tær tríggjar, Ruth Vang, Ingilín D. Strøm og Bjørt Samuelsen endaðu allar í topp-10 listanum av atkvøðuslúkunum.

– Men hvørki Ingilín ella Bjørt stillar upp hesa ferð, og tí er enn meiri neyðugt, at veljarin gevur kvinnunum dyggan stuðul hesaferð, sigur Demokratia.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46