Føroyar taptu í kvøld 30-27 ímóti Slovenia í Unity Arena vestanfyri Oslo. Úrslitið ber við sær, at stóra føroyska liðið riggar av í Oslo, har tað seinastu vikuna av álvara hevur verið við til at seta dám á.
Føroysku áskoðararnir rigga til at fara til hús við Norrønu og flogførum hjá Atlantic Airways, sum nú onga orsøk hevur at flúgva hondbóltsfjepparar til Keypmannahavnar, tí teir ætla sær til Malmø at fylgja landsliðnum í miðumfarinum.
Spælararnir eru á veg aftur í feløgini, sum teir umboða, og landsliðið savnast aftur í mars, tá ið tað vera HM undankappingardystir á skránni.
Fyrstu løtuna gekk tað illa hjá føroyingunum, og tá vann væl upplagda slovenska liðið sær leiðslu á trý og einaferð fýra mál.
Hálveiksstøðan var 16-15 til Slovenia, og tá ið Føroyar fyrstu løtuna eftir steðgin skoraðu trý mál, og støðan vendist til 18-16 til Føroyar, so kendist møguleikin fyri at vinna í hvussu so er eitt stig at vera har.
Sum seinni hálvleikur leið, bjargaði slovenski málverjin ofta, og føroyska verjan kláraði ikki so væl at verja fyri, og tað vísti seg at vera avgerandi fyri, at Føroyar taptu, hóast endaspurturin var sera góður, og tað eydnaðist av álvara at fáa spenning í, áðrenn Slovenia staðfesti sigurin.
-Í verjuni fingu vit ongantíð ordiliga tak á teimum, og ov ofta misnýttu við møguleikar, tá ið vit vóru heilt leysir. Byrjanin var torfør, og tað setti seg í okkara menn. Mótstøðuliðið skoraði 30 mál, og vit eiga at hava møguleika at skora fleiri enn so, men tað var ikki í kvøld. Í Berlin vunnu vit ein javnleik, og nú hava vit vunnið ein javnleik og ein sigur. So vit vóna, at tað næstu ferð verður uppaftur betri, sigur Hjalti Mohr Jacobsen hjálparvenjari.
Peter Bredstorff-Larsen venjari er vónbrotin, men hann sær samstundis glottar:
-Vit hava loyvi at vera vónbrotnir í kvøld. Men samstundis eiga vit at hava í huga, at hóast fleiri av okkara spæla í næstbestu deildini og mótstøðumenninir eru á hægsta stigi í Europa, so er tað bara heilt smáu marginalirnir, ið eru orsøk til, at vit ikki halda fram í Malmø. Nú fara vit til hús, og í feløgunum fara spælararnir at leggja eitt lag aftrat, so vit næstu ferð vónandi røkka miðumfarinum. Vit hava góða kenslu við okkum, tí vit spældu javnt ímóti Sveis, vunnu ímóti Montenegro og taptu akkurát móti Slovenia, sum eru heilt góðar hondbóltstjóðir, sigur Peter Bredstorff- Larsen.
Óli Mittún møtti ikki á tíðindafundinum. Tað varð sagt, at hann var groggy eftir ógvuliga ljóta slagið, sum hann fekk, og sum bar reytt kort við sær til ein av mótstøðumonnunum.
Í TV2 Danmark hildu teir fyri, at um nakað eitur blátt kort, so átti hatta slagið at borið blátt kort og harvið leikbann við sær:
-Tað var ein partur av taktikkinum hjá teimum at fara illa við serliga Eliasi og Óla. Teir megnaðu báðir at halda høvdið kalt, og tað eiga teir rós uppiborið fyri, sigur føroyski venjarin.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var føroyskur toppskjútti. Hann er vónbrotin, men samstundis er hann fegin um tað, sum føroyska liðið hevur avrikið seinastu vikuna:
-Áskoðararnir hava verið óførir, og vit hava klárað okkum væl. Í kvøld vóru vit ov stuttir, men tað restaði ikki so nógv í. Nú kunnu við iðra okkum um, at tað ímóti Sveis ikki eydnaðist at varðveita leiðsluna, sum tíðliga í seinna hálvleiki var seks mál. Um vit tá høvdu vunnið, so høvdu vit verið í miðumfarinum, hóast vit taptu í kvøld, men soleiðis endaði hetta. Vit hyggja longu fram ímóti nýggjum møguleika at vera við í endaspæli, og vit hava víst her í Oslo, at vit megna væl at vera við á hesum støðinum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Slovenia - Føroyar 30-27 (16-15)
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 4, Leivur Mortensen 2, Vilhelm Poulsen 2, Teis Horn Rasmussen 2, Allan Norðberg 1, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen, Ísak Vedelsbøl, Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu