Ongi úrslit

Avtala undirskrivað um vegagerð og byggibúning

Eiðis kommuna
7 tímar síðan

Týsdagin 30.12.2025 skrivaðu Eiðis kommuna og RTS undir sáttmála um arbeiðstøku um vegagerð út á Múlaklett og byggibúning undir Kolshjøllum.

Á bygdaráðsfundinum 16.12.2025 samtykti bygdaráðið við greiðum meiriluta, fimm atkvøðum fyri og einari ímóti, bæði at byggja frítíðarskúla og gera sáttmála um vegagerð og byggibúning. Sáttmáli varð gjørdur við Búð um frítíðarskúlan áðrenn jól, og nú er sáttmálin við RTS eisini undirskrivaður.

Tað at fáa veg út á Múlaklett er ikki ein nýggj ætlan í Eiðis kommunu. Ætlanin var bæði frammi í 2006 og aftur í 2016-18. Økið á Múlakletti er lagt av til bústaðarøki í byggisamtyktini fyri Eiðis kommunu.

Vegurin verður gjørdur liðugur fyrstu 90 metrarnar niðan til frítíðarskúlan. Restin av vegnum verður í fyrstu syftu sokallaður arbeiðsvegur.

Vegurin fer at ganga niðarlaga av Kolsvegi, niðan móti sparkivøllinum í skúlanum og síðani sneiða longur niðan á. (sí mynd).

Arbeiðið fer í gongd í januar. Byggibúningin skal vera liðug í apríl og vegagerðin skal vera liðug í juli.

Fyri Eiðis kommunu vóru tað Jógvan í Skorini borgarstjóri og Tove Kruse Samuelsen varaborgarstjóri sum skrivaðu undir. Fyri RTS skrivaði stjóri, Andrias Lamhauge undir.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaðar umkoll av kongaligum lívverja

Í gjár kl. 20:51

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08