Tað verður Ása Holm, sum verður borgarstjóri í Porkeris kommunu næstu fýra árini. Harvið heldur hon fram í sessinum, sum hon var vald í fyri fýra árum síðani.
Á valinum 12. november var ein listi í Porkeri. Í bygdarráðnum eru fimm limir, og á listanum vóru átta at velja ímillum.
Í kvøld valdi nýggja bygdarráðið Ásu Holm at vera borgarstjóri. Á valinum fekk hon 42 atkvøður. Flestar atkvøður fekk Teresa Heradóttir Silvurdal. Hon fekk 57 persónligar atkvøður.
Í kvøld varð Ása Holm vald við fýra atkvøðum, og Teresa Heradóttir Silvurdal var vald at vera varaborgarstjóri.
Fýra fýra árum síðani vóru tað tveir listar á kommunuvalinum í Porkeri. Ta ferðina varð Ása Holm einsamøll vald á lista B, men hon var kortini vald at vera borgarstjóri, og í kvøld varð hon vald at vera borgarstjóri eitt skeið aftrat.
Limirnir í nýggja bygdarráðnum í Porkeri eru, umframt Ásu Holm og Teresu Heradóttir Silvurdal, Tórur Sørensen, Ása Michela Bech og Eyðun Suni Olsen.