Ongi úrslit

Artania kemur á Runavíkar Havn

Umborð eru umleið 950 ferðafólk úr Týsklandi, og manningin telur umleið 500 fólk.

Jóhanna Højgaard
15 minuttir síðan

Í dag, mánadagin 15. september kemur ferðamannaskipið Artania hjá Phoenix Reisen inn á Runavíkar havn

Umborð eru umleið 950 ferðafólk úr Týsklandi, og manningin telur umleið 500 fólk.

Artania kemur beinleiðis úr Grønlandi.

Morten Hansen

Umborð er ein kendur kapteynur, Morten Hansen er navnið, og er hann kendur frá týsku sendingini  "Verrückt nach Meer"

Regin í Gerðinum

Ein føroyingur hevur eisini verið við hendan túrin á Artania, Regin í Gerðinum eitur hann. Regin er vestmenningur og var við í Grønlandi sum ísloðsur.

Hann fylti 70 í gjár, og hevur kapteynurin boðið sær at halda føðingardagin fyri Regin og familju hansara, meðan skipið liggur í Runavik.

Klaus Kiesewetter

Klaus Kiesewetter sum mong minnast frá at hann búði í Saltangará í nogv ár, er eisini við Artania hendan túrin.

Umframt at Klaus longu tá hann búði her, starvaðist umborð á alheims cruiseskipum, er hann kendur fyri millum annað sínar filmar og myndir um Føroyar, Grønland og onnur grannalond.

Eisini hevur hann framleitt filmar um djóralívið og náttúruna.

Artania fer at liggja við kai frá kl. 11.00-19.00.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og túrsmiður er Faroeway Adventures.

Runavíkar havn hevur eina áhugaverda skrá klára til ferðafólkini

Runavíkar Havn skriva a teirra Facebook-vanga, at tað lokala cruisetoymið gleðir seg at taka væl ímóti gestunum!

Myndir: Phoenix Reisen

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46