Ongi úrslit

Ársins leiðarar 2026 kosnir og Herðaklappið til millumleiðaran latið á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum

Ársins leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa, og Herðaklappið til millumleiðaran er Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum.

Tíðindaskriv
3 tímar síðan

Fríggjadagin 30. januar var kjósanin á Hotel Føroyum. Hetta er 22’ unda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum og aðru ferð Herðaklappið til millumleiðaran verður latið. Synergi skipar fyri Leiðaradegnum.


Dómsnevndin:
Í dómsnevndini fyri 2026 sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.


Ársins leiðari innanfyri tað almenna 2026:

Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Rótini


Í grundgevingini segði dómsnevndin:

Jóhonna á Tjaldrafløtti hevur høgar fakligir standardir og kreativan arbeiðshátt innan undirvísing, har serligt atlit verður tikið til heimið og familjuna.

Sum stjóri á Húsarhaldsskúlanum Rótini í Klaksvík hevur Jóhanna staðið á odda fyri einari umfatandi og málrættaðari menning. Við visjón, treiskni og góðum samstarvi hevur hon verið við til at byggja ein nýggjan og nýmótans skúla, sum gevur næmingum og starvsfólkum góðar arbeiðs- og lærukarmar og setir nýggjar fakligar standardir í Føroyum.

Jóhanna á Tjaldrafløtti hevur víst seg sum ein tryggur og framsíggin leiðari, sum sameinir sterka fakliga vitan við ein greiðan og menniskjaligan leiðslustíl.

Hon hevur í nógv ár verið ein týðilig og álítandi rødd innan kost- og føðsluøkið og hevur, bæði gjøgnum fakligt arbeiði og útgávuvirksemi, verið við til at styrkt virðing og áhuga fyri fakinum. Hennara íkast hevur havt týdning, bæði innan útbúgving og í breiðari samfelagsligum høpi.

Eitt eyðkenni við hennara leiðslu er, at hon torir at ganga á odda og taka ábyrgd, eisini tá leiðsla krevur dirvi og greiðar avgerðir. Hon er sjónlig, álítandi og nærverandi og leiðir við greiðari kós og virðing fyri bæði einstaklinginum og felagsskapinum.

   

Hini tilnevndu í topp 3 innan tað almenna vóru:

Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið

Jóngerð M. Nielsen. Vesturvón


Ársins leiðari innanfyri tað privata 2026:

Ulla Joensen, Elektron

Ulla Joensen hevur verið leitt Elektron í einum tíðarskeiði við umfatandi broytingum og umleggingum, har hon hevur megnað at tryggja bæði greið úrslit og støðugleika, samstundis sum trivnaðurin hjá starvsfólkunum er varðveittur.

 Hon hevur ein greiðan og samanhangandi leiðsluhátt, har ábyrgd, etikkur og virðing fyri fólki eru berandi. Hon arbeiðir við greiðari kós og hevur megnað at skapa álit og tryggleika í einum tíðarskeiði við stórum krøvum og broytingum.

Undir hennara leiðslu eru stórar organisatoriskar og rakstrarligar broytingar framdar í Elektron. Hon hevur víst evni at seta kós, taka avgerðir og tryggja, at broytingar verða framdar á ein skipaðan hátt. Hetta hevur styrkt raksturin og givið góð og varandi úrslit.

Ein týðandi partur av hennara leiðslu er, at starvsfólkini verða drigin við í menningina av felagnum. Hetta sæst aftur í einum góðum arbeiðsumhvørvi, høgum trivnaði og langari starvstíð hjá starvsfólkunum.

Ulla Joensen umboðar eina nýmótans og virðisgrundaða leiðslu, har úrslit og framgongd eru sjónlig, og hon stendur sum ein greið fyrimynd fyri álitisvekjandi leiðslu í vinnuni.

Hini tilnevndu í topp 3 innan tað privata:

Kjartan Hansen, Kanjon

Gudny Langgaard, Nema

 

Herðklappið til millumleiðaran:

Danny Kechtan, leiðari, Borg

 

Danny Kechtan útinnir dagliga eina leiðslu, sum skapar eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Við nærveru, jaligum lyndi og veruligum áhuga fyri tí einstaka skapar hann eitt arbeiðsumhvørvi, har fólk kenna seg trygg, sædd og vird.

Hann lurtar, tekur sær tíð og møtir starvsfólkum við virðing og lættleika. Trivnaður er hjá honum ikki eitt átak, men ein natúrligur partur av arbeiðsdegnum. Hetta sæst aftur í arbeiðsgleði og sterkum samanhaldi í arbeiðinum.

Danny umboðar eina leiðslu, sum er:

      •     nærverandi og menniskjalig

      •     stuðlandi og samlandi

      •     bygd á álít og arbeiðsgleði

 

Fyri hetta hevur Dómsnevndin valt at heiðra Danny Kechtan við heiðrinum Ársins Herðaklapp til Millumleiðaran 2026.

 

Tórshavn, 30. januar 2026

Dómsnevndin

Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06