Hóast kavin í hesum døgum liggur tjúkkur í Sarpugerði, so eru víkingarnir tørnaði til aftur, síðani teir hava hildið frí nakrar fáar vikur kring jólini.
Ein av spælarunum, sum undir leiðslu av Jóhan Petur Poulsen venur í Sarpugerði, er Árni Nóa Atlason. Hann er aftur í Gøtu, eftir at hann í summar fór til Norra at royna seg. Síðsti dysturin í føroysku landskappingini var 24. august, tá ið tað í Sarpugerði endaði 1-1 millum Víking og EB/Streym.
Árni Nóa Atlason, sum 15. januar verður 20 ár, hevur roynt seg í Egersund í næstbestu norsku deildini. Tað eydnaðist honum ikki at vinna pláss á besta liðnum. Leigumálið er liðugt, og nú er Árni aftur í Sarpugerði.
-Málið er framvegis at royna meg í útlendskum fótbólti. Um tað ikki eydnast, so fari eg aftur at spæla við Víkingi, sum eg eri sáttmálabundin við, sigur Árni Nóa Atlason.
Hóast hann ikki slapp framat á besta liðnum í Egersund, so sigur Árni seg vera fegnan fyri mánaðirnar, hann var í Norra:
-Sjálvandi hevði tað verið uppaftur betri, um eg slapp at royna meg á besta liðnum, men royndirnar havi eg við mær, og ein lærdómur er, at eg framvegis havi nógv eftir at læra. Eg treivst væl og lærdi nýggj fólk at kenna. Nú ræður tað um at blíva betri fótbóltsspælari tekniskt, taktiskt og fysiskt og at hjálpa liðnum við fleiri málstigum. Í fyrstu atløgu verður tað her í Víkingi, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við útlandinum, sigur Árni Nóa Atlason.