Ongi úrslit

Arnar er nýggjur høvuðsungdómsvenjari

EB/Streymur og Arnar Dam hava skrivað undir sáttmála, sum ber samstarv tvey tey næstu árini við sær

EB/Streymur
10 tímar síðan

Vit í EB/Streymi eru sera glað fyri at kunngera, at felagið hevur sett Arnar Dam sum nýggjan høvuðsungdómsvenjara.

Arnar hevur í nógv ár verið knýttur at EB/Streymi í fleiri leiklutum. Arnar kom til EB/Streym sum leikari í 2008, og spældi nógv ár á fremsta mansliðnum. Tey seinni árini hevur Arnar verið í leiklutinum sum venjari, har hann bæði hevur vant yngri deildir og vaksin. Millum annað var hann hjálparvenjari á Betri liðnum frá 2020 til 2022. Komandi tvey árini verður tað so í leiklutinum sum høvuðsungdómsvenjari.

Arnar sigur soleiðis um uppgávuna; “Eg eri sera glaður fyri, at eg havi fingið møguleikan at gerast høvuðsungdómsvenjari hjá EB/Streymi og gleði meg at sleppa í gongd við at fyrireika, hvussu framtíðin hjá ungdóminum í EB/Streymi fer at síggja út. Tað eru nógvir góðir leikarar komnir úr ungdómsarbeiðnum hjá EB/Streymi og tað skal halda fram”

Felagið fegnast eisini um avtaluna. “Vit í EB/Streymi eru sera fegin um, at hava sett Arnar sum høvuðsungdómsvenjara. Arnar er ein sera dugnaligur og nærlagdur venjari, umframt at hann hevur góðar menniskjaligar førleikar, sum gera at hann passar sera væl til starvið” sigur Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri.

EB/Streymur ynskir Arnar til lukku við nýggja starvinum, og gleðast um at hann fer í holt við sítt 19. kappingarár í felagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

10 tímar síðan

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20