1. Septembur
Jan Mortensen, sum hevur verið lønarstjóri síðan november 2016, gjørdist 67 ár í juni, og hevur í hesum sambandi ynskt at gevast sum stjóri.
Tann 1. september tekur Jan Sjóstein við sum fyribilssettur lønarstjóri, og Jan Mortensen heldur fram sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum. Jan Sjóstein hevur drúgvar leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á einum av størstu stovnum landsins.
2. Septembur
Í nøkur ár hevur Landssjúkrahúsið havt avtalu við universitetssjúkrahúsið í Aalborg um at viðgera kvinnur í Føroyum fyri bróstkrabba.
Men í summar boðaði sjúkrahúsið í Aalborg frá, at avtalan um bróstkrabbaviðgerð fór at verða søgd upp, galdandi frá í gjár, 1.septembur.
Síðani hevur Landssjúkrahúsið virka fyri at fáa eina nýggja avtalu við Herlev/Gentofte Hospital um bróstkrabbaviðgerð.
Landssjúkrahúsið sigur, at deildin fyri krabbaviðgerðir á Herlev/Gentofte Hospital er ein tann størsta og fremsta í Danmark á hesum øki.
6. Septembur
Í Suðuroynni hava verið ikki færri enn 11 arbeiðarafeløg. Men nú hava seks arbeiðarafeløg í Suðuroy lagt saman í eitt felag, sum hevur fingið navnið, Suðuroyar Arbeiðarafelag. Tey eru arbeiðsmannafelagið, Framtíðin, í Vági, arbeiðskvinnufelagið, Fjallbrúður, í Vági, arbeiðarafelagið, Beinisvørð, í Sumba, arbeiðarafelagið, Rubbishella, í Porkeri, arbeiðsmannafelagið, Hov, í Hovi og arbeiðskvinnufelagið, Drósan, á Tvøroyri.
19. Septembur
Á Vinnudegnum í dag fekk simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, heiðurin Vinnuátakið 2025.
Fyritøkan Poul Hansen er Ársins Virki 2025.
29. Septembur
Eilif Magnusson Arge er settur í starv sum Brekumboð. Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð, eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og hann skal arbeiða fyri, at røddin hjá fólki við breki, hoyrist. Hann rekur við starvinum 1. oktobur.
22. Oktobur
Elin á Rógvi fær barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina, Fornt.
Marjuni Syderbø Kjelnæs fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna, Marta Marta.
Kinna Poulsen fær Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina, Í eygnahædd, sum er um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld.
Hans Tórgarð fær Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Í mong ár hevur hann verið sjálv ímyndin av føroyskari leiklist.
17. Novembur
Niels Juel Arge fer úr starvi sínum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins og Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á á Strandferðsluni, tekur við sum virkandi stjóri.
21. Novembur
Landsstýrið ger av, at umval skal vera til kommunustýrið í Runavíkar kommunu eftir at ein maður er ákærdur fyri valsvik í Oyndafjørði.
Ein atkvøða varð kolldømd og tað fekk avgerðandi týdning fyri, hvør varð valdur og ikki.
Umvalið í Runavíkar verður týsdagin, tann 13. januar.
21. Novembur
Lea Kampmann, tónleikari, fær Mentanarvirðisløn landsins til ung listafólk.
Kinna Poulsen, ummælari og listamiðlari, fær Heiðursgávu landsins og Bárður Oskarsson, rithøvundur, fær Mentanarvirðisløn landsins fyri listarligt avrik.
1. desembur
Landsstýrið er umskipað eftir at talið á aðalráðnum er skorið úr níggju niður í seks.
Trý landsstýrisfólk eru sostatt farin úr starvi, Bjarni Kárason Petersen, Djóni Nolsøe Joensen og Jóhan Christiansen.
4. Desembur
Løgtingið hevur samtykt, at frá 1. juli næsta ár hava kvinnur í Føroyum fría fosturtøku til 12. viku.
Uppskotið varð samtykt mánakvøldið eftir eitt drúgt orðaskifti, sum vardi í sjey tímar – ella næstan ein heilan arbeiðsdag.
Men meirilutin var so tepur, sum hann kundi vera, tí 17 tingfólk atkvøddu fyri, og 16 atkvøddu ímóti, og sostatt leyp eingin atkvøða av.