Ongi úrslit

Árið ið fór: januar - apríl

Dimmalætting
5 tímar síðan

17. januar: 

Sjúkrahúsverkið kunngerð, at nú verða allar prostataskanningar hjá føroyskum monnum gjørdar við nýggja 3T MR skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Áður vórðu royndir tiknar, heldur enn at senda allar sjúklingar til skanningar í Danmark. 

Kanningarhátturin við 3T MR skannaranum er tryggari og lagaligari fyri menninar


20. januar: 

Avtala varð gjørd um, at danska byggifyritøkan, Per Aarsleff Holding, skal keypa 80 prosent av byggifyritøkuni, Articon.

Fyritøkan verður famvegis kjølfest í Føroyum.

Tað varð upplýst, at keypspeningurin var 144 milliónir.


31. januar

Nú er greitt, at tað verður Harald Thompson Rosenstrøm, sum verður nýggjur stjóri á Tjóðpalli Føroya.

Hann er 38 ára gamal, og hann er úr Oslo í Noregi.


6. februar

Nýggjastu tølini fyri kynssjúkur vísa, at tað er framvegis ein trupulleiki í Føroyum. 

Í fjør vórðu 1.979 fólk í Føroyum kannað fyri klamydia, og úrslitið var, at 187 av teimum vóru smittað. Hetta svarar til 9,45 prosent.

Síðani 2014 hava tilburðirnir ligið ímillum 142 og 261 um árið, ella 197 tilburðir um árið í miðal. Sostatt var talið fyri í fjør eitt vet lægri enn miðal seinastu árini.

Annars eru tølini fyri gonorre nógv vaksin, og í fjør vórðu 12 tilburðir av gonore staðfestir í Føroyum og tað er nógv tað mesta hesi seinastu 10 árini.


7. februar

Nú eru yvir 2.000 hús og bygningar kring landið, sum hava jarðhita

Hetta grøna orkuskiftið sparir okkum nú 3.000 tons av olju til upphiting um árið.

Eitt nú eru 53 skúlar kring landið og 13 av teimum hava fjarhita, jarðhita, ella sjóhita.


24. februar 

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin átalur, at Kringvarpið hevur havt eina drag queen í eini barnasendinging.

Hann tók tað so álvarsligt, at hann reisti málið á Løgtingi, har hann kravdi svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.

Landsstýriskvinnan sær einki galið í hesum, tí Kringvarpið er ein almennur stovnur, og hon fer ikki at leggja seg út í frælsið hjá Kringvarpinum at gera sendingar.


27. februar 

Nú fáa kommunur heimild at leggja avgjøld á tóm hús í kommununi. Tað eru hús, har eingin er skrásettur at hava fastan bústað.

Orsøkin til hetta er, at talið á tómum húsum er vaksandi, og nú er tað vorðið rættiliga stórt, serliga uttan fyri miðstaðarøkið, men eisini í íbúðarblokkum í Havn.

Og tá ið eingin býr á bústøðunum, er heldur eingin at rinda skatt til kommununa - men kommunan skal veita hesum tómu húsunum somu tænastu, sum øllum øðrum húsum.


8. mars: 

Kommunurnar kring landið fara nú at fáa heimild til at áseta bústaðarskyldu tá ið nýggj hús, ella íbúðir verða bygdar.


10. mars:

Tjóðveldi blandar nú kortini í landsstýrinum av nýggjum. Høgni Hoydal hevði lagt frá sær sum landsstýrismaður í uttanlandsmálum og vinnumálum, og Dennis Holm hevði lagt frá sær sum landsstýrismaður fiskivinnumálum og samferðslumálum. 

Flokkurin gjørdi av, at Sirið Stenberg, sum hevði umsitið almannamál, skuldi taka yvir í uttanlands- og vinnumálaráðnum. 

Samstundis varð Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og samferðslumálum. Og Eirikur í Jákupstovu tók við, sum landsstýrismaður í almannamálum. 


25. apríl: 

Løgtingið hevur samtykt, at tíðin har tað er loyvt at skjóta lomviga, álku, lunda og skarv, skuldi skerjast. Fyrr var loyvt at veiða lunda, lomviga og álku frá 1. oktober til 20. januar.

Men nú er veiðitíðin eftir lomviga, álku og lunda frá 20. oktobur til 20. januar. Tað er ein skerjing upp á 19 dagar.

Fyrr var loyvt at skjóta skarv frá 1. oktobur til 30. novembur. Nú er tað loyvt frá frá 20. oktobur til. 30. novembur.


Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

Í gjár kl. 14:02

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Borgarstjórin heilsaði borgarunum við Søtur er sjálvgivin biti

30. desember 2025 kl. 00:55