1. mai
Øll tey seks fakfeløgini fyri verkafólk í Føroyum, hava nú tikið seg saman í samtakið, Verkafólk, fyri at styrkja samstarvið.
Feløgini, sum eru limir í Verkafólkum, eru Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Samstundis fer felagsskapurin, Samtak, í søguna.
1. mai:
Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil hava eina umbering frá landsbankanum og formanninum í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.
Tey hava skuldsett bæði hann, og embætisfólk hjá honum, fyri at manipulera við fíggjarligu tølunum í sambandi við Suðuroyartunnilin, og fyri at pella fyri Løgtinginum.
Løgmaður sigur, at sum politikari má hann liva við at fáa nógv oman yvir seg. Men hann heldur, at tað er at fara út um mark at skuldseta embætisfólk fyri at vera óreiðilig.
Umberingin kom dagin eftir. 2. mai
10. mai
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksin, kunngjørdi at nú er Javnaðarflokkurin aftur til reiðar at samstarva við Fólkaflokkin.
Tað vóru annars 12 ár síðani, at hann kunngjørdi, at Javnaðarflokkurin kann ikki fara í samgongu við Fólkaflokkin, tí hugsjónarliga eru flokkarnir so langt frá hvørjum øðrum, at tað ber ikki til.
11.juni
Kongshjúnini seta sjøtul á sína fyrstu almennu vitjan í Føroyum. Tey tóku føroyingar á bóli, tí við sær høvdu tey Josephine, prinsessu. Tey vitjaðu í Havn, á Glyvrum, á Eiði, í Vági, í Fámjin. Kongshjúnini vitjaðu eisini á Tvøroyri, har tey plantaðu eitt træ í plantasjuni í sambandi við, at tað er 100 ár síðani, at fyrstu trøini vórðu plantað.
Annars vóru tey eisini á óalmennari vitjan í Koltri.
Tey fóru av landinum aftur 14. juni
16. juni
Hóast nýggja matstovan í Havn, Paz, bara hevði verið opin í nakrar vikur, fekk hon tvær Michelinstjørnur.
Høvuðskokkur á Paz er Poul Andrias Ziska, fyrrverandi kokkur á Koks, og hann rættiliga ófarin av viðurkenningini.
25. juni
Hátíðarhald er í sambandi við at nýggi Fámjinstunnilin letur upp.
Tunnil er 1.200 metrar langur, men í sambandi við arbeiðið, tóku rættiliga nógvir trupulleikar seg upp tí fjallið var so leyst.
Upprunaliga skuldi tunnilin kosta 167 milliónir, men endin var, at hann kostaði 285 milliónir.
Harafturar var tunnilin seinkaður eitt heilt ár.
6. juli
Nýggi Húsareynstunnilin verður tikin í nýtslu. Hann er 1.800 metrar langur og ein partur av nýggja ringvegnum uttan um Havnina, sum varð gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin.
18. juli
Oyggjaleikirnir á Orkneyoyggjum eru av og úrslitið var, at Føroyar vunnu oyggjaleikirnar fyri aðru ferð. Fyrru ferð var á leikunum í Álandi í 2009.
Føroyski íðkararnir vunnu ikki færri enn 95 heiðursemrki. Talan varð um 41 gullmerki, 31 silvurmerki og 23 bronsumerki.
Næstbest var Jersey, sum fekk 75 heiðursmerki, 30 úr gulli, 25 úr silvuri og 20 úr bronsu.
4. august
Sólvit E. Nolsøe, tingmaður fyri Framsókn, boðar frá, at hann takkar fyri eg í politikki.
Framsókn tekur undir við at vit fáa fría fosturtøku, men tað gongur ímóti hansara sannføring, so hann tók avleiðingarnar av tí og fór úr politikki.
23. august
Smyril er farin í dokk og grikska ferjan, Galaxy, er sett í siglingina ímillum Suðuroynna og Havnina.
Siglingin hjá Galaxy varð rakt at nógvum trupulleikum. Nógvir túrar vóru avlýstir, útsettir og framskundaðir fyri veður.
Og spurnartekin varð sett við trygdina, serliga eftir at ein mynd vísti, at skipið hevði siglt við opnum hekkuportri.
Galaxy sigldi í góðar sjey vikur, til 13. oktobur.