Eina lítla viku eftir, at hann í landskappingardysti vardi málið fyri bandómafelagið 07 Vestur, hevur Ari í Haraldstovu Petersen í dag skrivað undir sáttmála við KÍ. Sáttmálin bindur KÍ og málverjan at hvørjum øðrum trý tey næstu árini.
KÍ sigur í fráboðanini, at nýggi málverjin longu í morgin fer at venja við besta liðnum. Eftir steypafinaluna í kvøld millum B68 og 07 Vestur vera øll feløgini í vetrarsteðgi, meðan KÍ fyrireikar seg at spæla í Europa. Næsta avbjóðingin har verður hóskvøldið í næstu viku, tá ið KÍ fer at spæla í Slovenia ímóti NK Olympija Ljubljana, sum KÍ 26. oktober og á heimavølli vann 3-0 ímóti.
Hóast Ari í Haraldstovu Petersen nú beinanvegin fer at venja saman við besta KÍ hópinum, so verður hann ikki partur av hópinum í Slovenia hósdagin ella í hinum báðum dystunum í bólkaspælinum, sum eru eftir at spæla undan jólum. Hann er ikki skrásettur sum partur av bruttohópinum hjá KÍ í Europa.
KÍ leggur dent á at hava tveir væl skikkaðar málverjar. Nú er tað greitt, at í 2024 verður Ari í Haraldstovu Petersen annar av málverjunum. Tað er ikki greitt enn, hvør hin málverjin verður. Undan kappingarbyrjan í ár var Rói Mørk Hentze ætlaður at vera annar av málverjunum, og hin var Markus Olsen Pettersen, Rói vísti seg at vera so mikið skaðadarvaður, at hann ongantíð vardi KÍ málið, og Markus vísti seg at vera so mikið skaðadarvaður, at tað sum skjótast var neyðugt at finna ein málverja aftrat. Tað varð Nils Jonatan Johansson, sum síðani hevur verið fyrsti málverji.
Tá ið KÍ nú hevur skrivað sáttmála við føroyskan málverja, so vil tað siga, at bara annar og kanska hvørgin av útlendsku málverjunum fer at halda fram í Klaksvík. Sannlíkt er tað, at Markus Olsen Pettersen fer av landinum, meðan tað ikki enn er greitt, hvussu tað verður við Nils Jonatan Johansson. Úr Klaksvík verður sagt, at tað væl kann vera, at Nils Jonatan Johansson verður eitt ár aftrat har norðuri og í KÍ.
At Ari í Haraldstovu Petersen er mentur so nógv, at KÍ nú hevur skrivað undir sáttmála við hann, kemst av, at hann, við støðugt at spæla í fremstu røð, er vorðin ein av bestu málverjunum. Í KÍ er møguleiki hjá honum at verða uppaftur betri málverji, men tað er treytað av, at hann fer at vinna kappingina um plássið millum stólparnar.