Nú fer apotekið á Tvøroyri at flyta - men bara í eitt ár, ella so. Verandi apotek er nevniliga so hart rakt av soppi, at har er ikki verandi og tí skal tað høvuðsumvælast.
Men tað merkir so, at apotekið má finna onnur høli at vera í hesa tíðina til umvælingararbeiðið er liðugt, og tað tekur væntandi eitt gott ár, ella kanska tvey ár
Og nú er avtala gjørd við Tvøroyrar kommuna, at apotekið flytur inn í bygningin í miðbýnum á Tvøroyri, har Posta helt til fyrr, og har Føroya Banki eisini er.
Har verður bæði handil, skrivstova og matstova, umframt goymsla og apotekið flytur í næsta mánað.