Ongi úrslit

Alsamt fleiri føroyingar eru einsamallir í húsi

Hetta er ein sjón, sum verður sjáldsamari og sjáldsamari
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í dag eru tilsamans 19.886 húski í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagtovuni, og  tað eru 2.825 húski fleiri enn fyri tíggju árum síðani.

Men tað skerst ikki burtur, at hesi seinastu árini eru bústaðarmynstrið munandi broytt, serliga tí at tað verða alsamt fleiri húski, har eingi børn eru.

Í roynd og veru er støðan tann, at í meiri enn øðrum hvørjum húsu búgva tað bara eitt, ella tvey vaksin, við ongum børnum.

Støðan er eisini tann at heili 5.472 húski býr bara ein vaksin, tað eru í 27,5 prosentum av øllum húskjum, og hetta er tað vanligasta slagið á húskjum nú á døgum. Tað er eisini tað slagið av húskjum, sum veksur nógv skjótast.

Av teimum 2.825 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er helvtin húski, har tað bara býr eitt fólk.

Næststørsti bólkur, sum er næstan líka stórur, er bólkurin tvey vaksin búgva við ongum børnum. Við ársbyrjan vóru tey góð 5.000 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. 

Hesir báðir bólkarnir eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum í landinum Men sum heild er tað bara í triðja hvørjum húsi í landinum, at tað búgva børn.

Í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski, og er tað nakað tað sama, sum fyri tíggju árum síðani. 

Tað er allastaðni í landinum, at talið á húskjum veksur - uttan í Suðuroy har tað eru nøkur húski færri nú enn tað vóru fyri einum ári síðani.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37