Ongi úrslit

Álopsspælari skrivar undir við Víking

Nú er tað greitt, at Jørgen Nielsen eisini í 2026 fer at spæla við Víkingi

Jonhard Hammer
17 tímar síðan

Í kvøld boðar Víkingur frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Jørgen Nielsen. Tað hevur annars ljóðað, at Jørgen var á veg av landinum, og at hann hevur verið upp á tal at avloysa Adrian Justinussen í Hillerød.

22 ára gamli Jørgen Nielsen hevur tvey tey seinastu árini spælt við Víkingi. Sambært FaroeSoccer hevur Jørgen Nielsen fyri Víking spælt 62 dystir og skorað 20 mál.

Frammaunundan spældi hann í 2023 við B68, har hann í 30 dystum skoraði seks mál, og fram til og við 2022 spældi hann 85 dystir og skoraði 56 mál við barndómsfelagnum NSÍ.

Higartil hevur Jørgen Nielsen spælt 104 dystir í bestu landskappingini og skorað 29 mál.

Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 14 dystir og skorað fýra mál.

Jørgen hevur spælt níggju dystir í altjóða kappingum og skorað tvey mál.

Á U-21 landsliðnum hevur hann spælt 11 dystir og skorað fimm mál.

Nýggi sáttmálin millum Víking og Jørgen Nielsen er galdandi fyri 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 22:00

Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo

23. desember kl. 17:40

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Her eru 96 síður av góðum jólalesnaði

23. desember kl. 16:00

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10